Dátueftirlitið fingið fráboðan um trygdarbrot við vitlíki

Dátueftirlitið fingið fráboðan um trygdarbrot við vitlíki
Starvsfólk á almennum stovni sendi skjal við persónsupplýsingum til ChatGPT, og bað ChatGPT um at umseta skjalið til eitt annað mál.
Dátueftirlitið heitir á fyritøkur og stovnar um at vera varin, tá vitlíki verður brúkt í arbeiðshøpi. (Savnsmynd)
 
18.06.2025 - 10:18

Dátueftirlitið hevur fráboðan frá almennum stovni um trygdarbrot, tá vitlíki var brúkt.

Eitt starvsfólk sendi eitt skjal við persónsupplýsingum til ChatGPT, og bað ChatGPT um at umseta skjalið til eitt annað mál.

Tað er sum meginregla ikki sambært dátuverndarlógini at brúka ChatGPT at viðgera persónsupplýsingar, sigur Dátueftirlitið. 

Tí ofta er ógreitt, hvussu persónsupplýsingarnar vera viðgjørdar, hvar tær vera goymdar, og hvønn váða, hetta hevur fyri tey skrásettu. 

Tað er tí trupult, fyri ikki at siga ógjørligt, hjá dátuábyrgdaranum at halda kunningarskylduna, tað er at tryggja, at upplýsingarnar vera viðgjørdar lógliga, rímiliga og á ein gjøgnumskygdan hátt. Og eisini tryggja, at upplýsingarnar bara vera viðgjørdar til eitt nágreiniliga tilskilað endamál.

Harumframt er tað trupult ella ógjørligt at áseta strikingarfreistir og at tryggja sær, at tær vera hildnar.

Dátueftirlitið heitir á fyritøkur og stovnar um at vera varin, tá vitlíki verður brúkt í arbeiðshøpi.

Tey eiga eisini at tryggja sær, at viðgerð bara er innan fyri karmarnar hjá dátuverndarlógini. 

Dátueftirlitið mælir eisini til, at fyritøkur og stovnar gera innanhýsis mannagongdir um, hvussu  vitlíki, eitt nú ChatGPT, skal brúkast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423