11 ákærur um pornografi og blúnisbrot

11 ákærur um pornografi og blúnisbrot
Ein 37 ára gamal maður skal í Føroya rætt í dag, har hann skal hoyra 11 ákærur um brot á revsilógina um pornografiskt tilfar um fólk, sum eru yngri enn 18 ár, og um blúnisbrot
Føroya rættur.
 
25.06.2025 - 08:13


Ein 37 ára gamal maður skal í Føroya rætt í dag, har hann skal hoyra 11 ákærur um brot á revsilógina um pornografiskt tilfar um fólk, sum eru yngri enn 18 ár, og um blúnisbrot.

Í nøkrum ákærum um pornografi er talan um serliga tyngjandi umstøður.

Sambært ákæruritinum er talan um myndir og sjónbond í øllum trimum kategorium.

Maðurin er ikki ákærdur fyri at gera pornografiskt tilfar, men fyri at hava tað og senda øðrum tað.

Í ákæruritinum eru nevnd 34 lógarbrot. Øll skulu vera framd í fjør summar.

Føroysk børn og ung eru ikki eyðmerkt í pornografiska tilfarinum, sum er nevnt í ákæruritinum.

Maðurin er ákærdur eftir grein 236 í revsilógini, sum er um barnaporno, og eftir grein 232, sum er um blúnisbrot.

Maðurin noktar seg sekan.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846