Besti juni higartil

Besti juni higartil
Juni í ár er helst tann besti juni hjá flogvøllinum í Vágum
Nógv ferðafólk vóru í juni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.07.2025 - 09:22

Juni í ár er helst tann besti juni hjá flogvøllinum í Vágum.

Tá vóru ferðafólkini 51.748, 18 prosent fleiri enn í juni í fjør.

Men í juni í fjør var verkfall ein triðing av mánaðinum.

Juni í ár var tó eisini betri enn juni í 2023.

Fyrra hálvár í ár er framgongdin í ferðafólkatalinum í flogvøllinum 4,7 prosent, stívliga 9.000 ferðafólk fleiri enn í fyrra hálvári í fjør.

Men verkfallið, sum vardi í fýra vikur í mai og juni í fjør, gjørdi, at flogvøllurin misti millum 10.000  og 15.000 ferðafólk, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329