Træskipini Thorshavn og Jóhanna fara eisini á Oyggjaleikir

Træskipini Thorshavn og Jóhanna fara eisini á Oyggjaleikir
Føroysku træskipini eru savningarstøð hjá føroyingunum, sum fara á oyggjaleikir, samstundis sum onnur eisini nýta høvið at vitja umborð, sigur Gudmund Jacobsen
 
09.07.2025 - 10:38

Í gjár fór sluppin Jóhanna av Vági og hon verður í Kirkwall um 9 tíðina í kvøld, og leygardagin setur Thorshavn eisini kós móti Kirkwall. Harumframt fara eisini fleiri aðrir bátar úr Føroyum til Oyrknoyggjar, nú Oyggjaleikirnir vera har í næstum.

Gudmund Jacobsen, ið er ein av eldsálunum, tá talan er um sluppina Jóhonnu, og sum var í Hetlandi við Jóhonnu, tá Oyggjaleikirnir vóru har í 2005, sigur at tað er ein serligur hugni á havnalagnum, har ið føroysku skipini liggja. Nógvir føroyingar nýta høvið at vitja umborð, samstundis sum útlendingar eisini njóta føroyska blíðskapin.

Gudmund sigur eisini, at Kirkwall er ein sera hugnaligur býur við einari væl vitjaðari gongugøtu. Og bæði landslagið og veðurlagið minna eisini um Føroyar.

Í samrøðuni verður eisini tosað um hvussu nógv er gjørt við Jóhonnu farna árið, eins og sleipibáturin hjá Vágs Skipasmiðju - Merkur, ið verður 70 ár í ár, eisini verður umrøddur. Gudmund Jacobsen er stjóri á Vágs Skipasmiðju.

Umframt Thorshavn og Jóhonnu fara fleiri bátar til Oyrknoyggjarnar, har ið Oyggjaleikirnir 2025 byrja leygardagin.

Samrøðan við Gudmund Jacobsen kann hoyrast her!

 

1752884

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423