Landsstýrið lænt 900 milliónir at rinda lán aftur

Landsstýrið lænt 900 milliónir at rinda lán aftur
Lánsbrøv eru seld í Føroyum og uttanlands, og eftirspurningurin var nógv størri enn tær 900 milliónir, landið skuldi brúka
Peningurin skal brúkast til at rinda aftur eitt lán, 900 mió. kr., sum fellur til gjaldingar 19. juni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.05.2026 - 09:31

Landsstýrið lænti í gjár 900 mió. kr. við at selja lánsbrøv í Føroyum og uttanlands, skrivar Landsbankin.

Peningurin skal brúkast til at rinda aftur eitt lán, 900 mió. kr., sum fellur til gjaldingar 19. juni.

Nýggja lánið er eitt fýra ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 3. juni 2030. 

Effektiva rentan er 2,892 prosent.

 

Bíligari renta

Effektiva rentan fyri lánið, sum verður goldið aftur 19. juni, er 3,651 prosent.

Rentan fyri nýggja lánið er tí 0,76 prosentstig minni.

Landsbankin og Nordea Bank fyrireikaðu lánið.

Væl gekst at selja lánsbrøvini.

Eftirspurningurin var nógv størri enn tær 900 milliónir, landið skuldi brúka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938