Skjaldur í nýggjari megi: Ætla ‘í løtuni’

Skjaldur í nýggjari megi: Ætla ‘í løtuni’
Ætla hevur verið at fara á konsertferð í Føroyum, og endabrakið var í Fjósinum á G! festivalinum
Ætla í løtuni á G! 2025
Mynd: Finnur Justinussen  
 
19.07.2025 - 20:08

Ætla er ein tónleikabólkur við átta limum, sum búgva í Keypmannahavn, men hava røtur í ymiskum norðurlendskum londum. Føroyski limurin í bólkinum, Hávard Magnussen, greiðir frá at tey hava júst verið á einari konsertferð runt í  Føroyum, og endaðu ferðina í Fjósinum, á G! Festivalinum. 

Umboða fýra norðurlond 

Konsertirnar hjá Ætla eru býttar í fýra partar. Hvør partur umboðar eitt av londunum, sum bólkurin er sprottin úr. Tey leggja stóran dent á at syngja á móðurmálinum hjá hvørjum einstøkum. 

‘í løtuni’ valdu tey at framføra sangin ‘Tívils døtur’ eftir Unn Paturson, ið er eitt skjaldur við nýggjari megi, ið varð upprunaliga skrivað til kvinnukórið KATA. 

“Vit leitaðu eftir einum “show starter”. Einum sangi, sum kundi vekja áhuga, og sum vit kundu gera okkurt serligt við. Og so er tað eisini ein partur av okkara virði, at syngja á móðurmálinum hjá hinum í bólkinum. Tað er nakað eyðmjúkt við tí,” sigur Liv Larsen-Lechuga, ið er hálv føroyingur og ynskir at læra málið betur. 

“Tað er eymt at læra eitt nýtt mál. Tú kennir teg eitt sindur býttan, eitt sindur ósikran, men so brádliga kennir tú, at nú eigi eg mítt ljóð.” 

Liv og Hávard eru bæði samd um, at ‘Tívils døtur’ var eitt upplagt val til hesa løtuna. 

“Tað er fangandi, livandi og stuttligt. Vit hugna okkum við øllum trampinum og klappinum,” sigur Liv við einum brosi. 

Ynskja at æra kvinnulig tónaskøld 

Sangurin “Tívils døtur”, var upprunaliga gjørdur til kvinnukóri KATA, við Unn Paturson sum kórleiðara. Ætla hevur síðani tikið hendan sangin til sín, og gjørt tað til sín egna. Tey hava eisini gjørt tað til eitt mál at lyfta kvinnulig tónaskøld, sum ofta detta burtur í tónleikasøguni. 

“Hugskotið var at brúka orku upp á at finna kvinnulig tónaskøld. Tað er so lætt at finna tónleik, ið er skrivur av monnum, sigur Liv. “Tað var faktiskt ikki við vilja, men brádliga sóu vit, at nógv av tí besta norðurlendska tónleikinum, vit funnu, var skrivað av kvinnum, og tað gjørdist eitt slags tema.” 

 

Forelskað í pallinum á sandinum 

G! Festivalurin gjørdist hæddarpunktið á ferðini hjá Ætla. Liv er á G! fyri fyrstu ferð og er bergtikin. 

“Eg eri so forelskað í hesum pallinum á sandinum!” sigur hon. 

Hávard, sum er royndur G!-gestur, er samdur. Hetta er fjórða ferðin, Hann er á G!, og tað er altíð eitt hæddarpunkt. 

Veðrið verður ofta umrøtt í sambandi við G! og var eisini ein partur av heildarupplivingini. 

“Hetta veðrið! Tað er eitt sindur loyndarfult við øllum mjørkanum, men tað er eisini deiliga heitt, sigur hann. 

Klár at koma aftur 

Hóast konsertferðin í Føroyum nú er av, ætlar Ætla sær ikki at steðga. 

Tá vit spyrja, um tey kundu hugsa sær at koma aftur, kemur svarið beint og skemtiliga: 

“Tit ringja bara! G! Festivalurin, Summarfestivalurin tit ringja bara. Vit eru klár! 

 

Sí upptøkuna av Ætla í verkætlanini í løtuni her:

ilotuni_Aetla

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. apríl
Høgt til loft og vítt til veggja (3:4)
207357
Týsdag 21. apríl
Eitt korter við kórtónleiki
207359
Týsdag 21. apríl
Breddin: Útbjóðing í kommunum
207354
Týsdag 21. apríl
Morgunlestur týsdagur 21.apríl 2026
207135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263