Føroysku menninir eru norðbúgvar - Føroysku kvinnurnar úr Bretlandi

Føroysku menninir eru norðbúgvar - Føroysku kvinnurnar úr Bretlandi
Kanningar staðfesta, at fatanin, sum Føroyingasøga gevur okkum um, hvaðan tey fyrstu niðursetufólkini í Føroyum komu, er á góðari leið
 
29.08.2025 - 16:00

Skrivað og lisið: 
Andras Mortensen, Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

 

1716524

 

Í tí fyrsta kapitlinum í Føroyingasøgu hoyra vit um búsetingina hjá norðbúgvum í Føroyum.

Hesin teksturin, sum er fyrst úr 1200-talinum, er eitt útgangsstøði, tá ið spurt verður, hvaðan føroyingar eru ættaðir. 

Fyrstur kom Grímur Kamban við sínum húshaldi, og einki verður sagt um, hvaðan hann var.

Hjánavnið Kamban er tó keltiskt og merkir “hin halti”.

Fornfrøðingar meta út frá kolevnis 14-tíðarfestingum, at teir fyrstu norðbúgvarnir komu í tíðini millum 650 og 800.  

 

Flýddu undan Harald Hárfagra

Men seinni komu fleiri, og sambært Føroyingasøgu kom ein heil bylgja av fólki í tíðini, meðan Haraldur Hárfagri vann sær kongsvald í Noregi.

Í søguni verður sagt, at tey vóru flóttafólk undan harðliga stýri hansara. Haraldur var kongur frá umleið 865 til hann doyði umleið 930-933.  

Ein kvinna verður nevnd sum leiðari fyri einum av ferðaløgunum í hesi seinnu bylgjuni. Hon var av norrønari ætt, men kom tó ikki úr Noregi. 

 

Eyð hin Djúphugaða

Hon æt Eyð hin Djúphugaða og hevði verið gift við einum víkingakongi í Dublin í Írlandi, sum æt Ólavur Hvíti.

Hann doyði umleið 871, og tá flutti Eyð til Suðuroyggjar og seinni til Katanes í Norðurskotlandi, har sonur hennara, Torstein Reyði, hevði vunnið sær kongsvald.  

Men tá ið Torstein var fallin, flutti Eyð til Orknoyggjar, haðani til Føroyar og síðan til Íslands, har hon umleið 890 tók land við stóra fylgi sínum í Hvamsfirði og gjørdist ættmóðir til tær mætastu ættirnar í Íslandi.  

 

Ættmóðir Gøtuskeggjar

Í Føroyingasøgu verður fortalt, at í Føroyum gifti hon ommudóttur sína, dóttur Torstein Reyða, við einum ónevndum føroyingi.

Ommudóttirin æt Óluva, og hon gjørdist ættmóðir til ta mætastu høvdingaættina í Føroyum, Gøtuskeggjar, sum báðir teir kendastu persónarnir í søguni hoyrdu til, Tróndur í Gøtu og Sigmundur Brestisson.

Teir vóru eini 4 ættarlið yngri og gjørdu um seg í tíðini kring tað fyrsta túsundársskiftið. Sigmundur fall í 1000 og Tróndur livdi fram til 1030-ini. 

 

Norðbúgvar vóru tey fyrstu

Samanumtikið greiðir Føroyingasøga og eins og aðrar íslendingarsøgur frá, at tey fyrstu fólkini, sum komu henda vegin, vóru norðbúgvar, sum frammanundan høvdu búð á bretsku oyggjunum. 

Ofta verða fornsøgurnar mettar sum skaldskapur við avmarkaðum trúvirði. Tí eru onnur sløg av kanningum, sum stuðla tí, sum tær søguligu keldurnar siga, kærkomin.

Ein tílík kanning kom fram í 2004 og 2006, har mett var um upprunan hjá núlivandi føroyingum við støði í ílegum.  

 

Føroyingasøga á góðari leið

Hesar kanningar vístu í stuttum, at meginparturin av teimum mannligu ílegunum hjá føroyingum stavaðu úr tí skandinaviska økinum, ímeðan meginparturin av teimum kvinnuligu ílegunum stavaðu úr tí bretska økinum.  

Tað er tí sannlíkt, at fatanin, sum Føroyingasøga gevur okkum um, hvaðan tey fyrstu niðursetufólkini í Føroyum komu, er á góðari leið.

Líkt er til, at niðursetufólkini í víkingatíðini vóru undan norðbúgvum, sum fyrst høvdu búsett seg á teimum bretsku oyggjunum og blandað seg við fólkið har.  

 

Brot úr Føroya søgu var samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Kringvarp Føroyar um, at søgutátturin "Brot úr Føroya søgu" skuldi vera fastur partur av morgunsendingini Góðan morgun Føroyar hvønn hósdag í vetrarskránni 2024-2025. Í táttinum var sjóneykan sett á serstakan persón, hending, lut ella annað úr søgu okkara.  

Andras Mortensen er Ph.d og lektari á søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann er útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn og hevur tikið Phd. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya. Ph.d.-ritgerðina skrivaði Andras Mortensen um føroyska bátin við heitinum "Hin føroyski báturin" í 2001. Hann er fyrrverandi stjóri í Søvnum landsins, har hann eisini hevur starvast sum landsantikvarur. Hann fór í sítt núverandi starv á Setrinum í 2017.  

Allir tættirnir í røðini "Brot úr Føroya søgu" kunnu hoyrast á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Sunnudag 7. desember
Akademia:"Hvat er dygd?"
201072
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067