Eingin ætlan at niðurleggja sendistovuna í Ísrael

Eingin ætlan at niðurleggja sendistovuna í Ísrael
At niðurleggja eina sendistovu er ein álvarslig avgerð, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum
Landsstýriskvinnan í uttanríkismálum hevur ongar ætlanir um at niðurleggja føroysku sendistovuna í Ísrael.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.08.2025 - 10:41

Landsstýrið hevur ongar ætlanir um at niðurleggja sendistovuna í Tel Aviv í Ísrael.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum.

- At niðurleggja eina sendistovu er ein álvarslig avgerð, og í løtuni er eingin ætlan um tað, sigur hon.

 

 

Ingilín D. Strøm. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ingilín D Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur sagt alment, at tað er óhóskandi, sum støðan er í Miðeystri, at vit hava umboðan í Ísrael.

Sirið Stenberg sigur, at landsstýrið hevur saman við fleiri øðrum londum skrivað undir eina fráboðan um, at ræðuleikarnir í Gasa skulu halda uppat í stundini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05082025_Sirid_um_sendistovu

 

Sí eisini: Føroyar eiga ikki at hava virkna sendistovu í Tel Aviv

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666