Føroyskt uppskot um trygd og verju samtykt í Útnorðurráðnum

Føroyskt uppskot um trygd og verju samtykt í Útnorðurráðnum
Heitt verður á íslendsku stjórnina og landsstýrini í Grønlandi og Føroyum um at nágreina trygdar- og verjupolitisku støðuna í Útnorði
Føroysku limirnir í Útnorðurráðnum, sum hevur havt ársfund í Grønlandi.
Mynd: Løgtingið  
 
22.08.2025 - 08:07

Ísland tekur við formansskapinum í Útnorðurráðnum.

Jón Gnarr verður formaður, Bjørt Samuelsen verður fyrsta næstforkvinna og Kim Kielsen, sum er fornmaður nú, verður annar næstformaður. 

Á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, sum júst hevur verið í Grønlandi, eru tvær tilráðingar lagdar fram. 

Tær eru um trygd og verju í Norðuratlantshavi og um, hvussu undirstøðukervið í Norðuratlantshavi skal verjast. 

Tilráðingarnar eru úr Føroyum, og vóru einmælt samtyktar. 

Heitt verður á stjórnina í Íslandi og landsstýrini í Grønlandi og Føroyum um at nágreina trygdar- og verjupolitisku støðuna hjá londunum í Útnorði og, hvussu tey trý londini kunnu samstarva á hesum øki. 

Útnorðurráðið viðtók eisini nýggja strategi um altjóða samstarv. 

Endamálið er at vera viðurkendur millumtingafelagsskapur og samstarvsfelagi í Norðuratlantshavi, í Norðurlondum og í Arktis, stendur í tíðindaskrivi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203