Finalupláss til Føroyar

Finalupláss til Føroyar
Hetta er fyrstu ferð hevur ein kvinna úr Føroyum tryggjað sær pláss í finaluni í Norðurlanda meistaraheitinum fyri seyðahundar.
 
31.08.2025 - 15:39

Eftir tveir spennandi innleiðandi dagar í Norðurlanda meistaraheiðinum fyri seyðahundar, sum verður hildin uttanfyri Trondheim í Noregi, hevur Føroyar fingið ein søguligan finaluluttakara.

Anna Sofía Fjallheim og tíkin Midge hava tryggjað sær pláss í finaluni, sum verður hildin í dag, sunnudagin 31. august.

Seyðahundasamband Føroya kallar hetta eitt stórt framstig fyri føroyska luttøku í altjóða kappingum.

Tað hevur gingið væl í finaluni higartil, men úrsliti verður ikki kunngjørt fyrr enn seinni í dag. 

Hoyr samrøðuna við Jónstein Petersen, formann í Seyðahundasambandi Føroya, sum var í útvarpstíðindunum.

1760896

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040