- Tíðindi, mentan og ítróttur
KULTURA: Norðurbryggjan varpar ljós á aktuel evnir gjøgnum listina

Í nýggju mentanarsendingini "Kultura", sum varð frumsend í útvarpinum 3. september, varð vitjað í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, sum hevur til endamáls at sýna og miðla føroyska, grønlendska og íslendska list og mentan.
Prátað varð millum annað við Karin Elsbudóttir, stjóra á Norðurbryggjuni og Sissal Kampmann, bókmentafrøðing og lim í umboðsráðnum hjá Norðurbryggjuna, um fjølbroyttu og spennandi heystskránna hjá Norðurbryggjuni, og um hvønn leiklut og týdning bryggjan hevur fyri føroyska list. Eisini umrøddu vit evnini kolonialismu og ríkisfelagsskapin, tí seinastu tíðina hevur Norðurbryggjan havt fleiri tiltøk á skránni, ið varpa ljós á hesi evni - serliga úr einum grønlendskum sjónarhorni.
Tað hevur týdning, at Norðurbryggjan viðger aktuel evnir gjøgnum listina, heldur Karin Elsbudóttir:
- Tey ríkisrættarligu viðurskiftini fylla nógv í londunum í ríkisfelagsskapinum, og tí haldi eg, at tað er natúrligt, at aktuel politisk viðurskiftir, sum eisini liva í listini, eru partur av okkara mentanarskrá. Øll list og mentan er meira ella minni politisk, og tað hevði verið ómøguligt og meiningsleyst at avpolitisera listina. Eisini hevði tað verið torført at valt list út, um vit skuldu velja list frá, ið kann tykjast politisk. Tá tað er sagt, er Norðurbryggjan ikki ein politiskur stovnur, men vit skulu umboða føroyska, grønlendska og íslendska list og mentan, og kunnu skapa eina samrøðu millum londini í ríkisfelagsskapinum um ymsar meiningar. Ofta eru politiskar meiningar polariseraðar, men eg haldi, at tað er so umráðandi at fáa nuansurnar og fjølbroytnið fram. Tað kann Norðurbryggjan leggja pall til, sigur Karin Elsbudóttir.
Karin Elsbudóttir hevur verið stjóri á Norðurbryggjuni síðani 2011.
Norðurbryggjan hevur seinastu tíðina havt fleiri tiltøk á skránni, ið viðgera evnir sum samleiki, kolonialisma og ríkisfelagsskapur. Mentanarhúsið sýndi í vár dokumentarin "Hvíta gullið hjá Grønlandi", sum DR tók av heimasíðu síni. Í heyst hevur Norðurbryggjan á skránni eina bókaframløgu um søguna hjá Grønlandi, og í oktober er pallistasýningin "Det vandrende menneske" aftur á skrá, tí útselt var til sýningarnar í vár. Tað er "Det olske orkester", ið framførir, og sýningin snýr seg um eina grønlendska gentu í 1978, ið er send í pleygu í Danmark, men sum reisir seg og gongur aftur ímóti Grønlandi. Hon er á ferð saman við einum danskum antropologi, sum hevur nógvar analysur við í ryggsekkinum. Tey ganga ígjøgnum 300 ár av kolonisering av einum land, einum fólki og sál teirra. At enda sigur antropologurin: Tú kanst ikki blíva við at ganga aftueftir. Men gentan svarar. Eg gangi ikki aftur. Eg gangi fram ímóti onkrum, sum altíð hevur verið har.
Umframt hesa pallistasýning er í heyst eisini tiltakið "Norrøn arv og nationale identiteter", har granskararnir Auður Hauksdóttir, Annette Lassen, Rasmus Glenthøj, Kim Simonsen og Robert W. Rix fara at skifta orð um leiklutin hjá fornnorrønnum bókmentum í skapan av tjóðskaparligum samleika.
Seinasta hálva árið hevur framsýningin "Toner i kunst" á Norðurbryggjuni varpa ljós á føroyska list og tónleik.
Norðurbryggjan skal sýna føroyska, íslendska og grønlendska list í Keypmannahavn
Norðurbryggjan í Keypmannahavn var í fleiri hundrað ár miðdepil í samhandlinum millum Danmark, Grønland, Ísland og Føroyar. Í dag er hon eitt mentanarhús, ið hevur til endamáls at sýna og miðla føroyska, íslendska og grønlendska list og mentan. Eisini halda sendistovurnar hjá Føroyum, Grønlandi og Íslandi til á Norðurbryggjuni, sum liggur á Grønlendska Plássinum við havnamóti mitt í Keypmannahavn. Økið kring Norðurbryggjuna er útbygt nógv seinastu árini. Spáki- og súkklubrúgv er gjørd yvir til Nyhavn, og marknaður við gøtumati er beint við síðina av bryggjuni.
Í dag ber til at spáka eftir gongurbrúgv úr Nyhavn yvir til Norðurbryggjuna
Nú, fyrst í september, byrjar ein fjølbroytt og áhugaverd heystskrá í stóra, gamla pakkhúsbygninginum, ið er einar 7000 fermetrar til støddar. Tvær framsýningar lata upp 6. september; STORIS av grønlendsku listakvinnuni Isle Hessner og FORBINDELSER, sum fevnir um listaverk úr ymsum listasamlingum í Danmark. Í STORIS hugleiðir Isle Hessner um ymsar vápnamentanir í útvaldum skulpturellum verkum. Hetta er menning av framsýningini ”Det at bære skydevåben”, sum varð sýnd á listasavninum í Nuuk í 2023-24. FORBINDELSER er framsýning við útvaldum grønlendskum verkum frá trimum listaframyningum í Danmark: Sendistovuni hjá Grønlandi, Arktisk Institut og Det Grønlandske Hus i Keypmannahavn.
Úr nýggju framsýningini STORIS av grønlendsku listakvinnuni Isle Hessner.
Mest umfatandi tiltakið á heystskránni er bindifestivalurin "Pakhusstrik 2025", sum er frá 12. - 14. september. Í mun til føroyskt tilfar verða tvey 125 ára hátíðarhald á skránni - tann 13. november fyri William Heinesen og tann 27. november fyri Jørgen Frantz Jacobsen. Til ber at lesa meira um Norðurbryggjuna og heystskránna á www.nordatlantens.dk
Altjóða leikur varpar ljós á seksuel brotsverk
Í fyrstu sendingini av "KULTURA" vitjaðu vit eisini í Perluna í Havn, har ein leikur, sum viðger eitt álvarsligt og sárt evni - seksuellan harðskap ímóti kvinnum - tekur skap.
Prima Facie, sum Det Ferösche Compagnie setir upp, er ein nýskrivaður, altjóða virðisløntan leikur, sum hevur vakt ans kring heimin og verið sýndur fyri fullsettum salum - millum annað í London. Nú verður leikurin fyri fyrstu ferð framleiddur í Føroyum - í Perluni í Havn, og frumsýning er 13. september.
Leikari í Prima Facie er Kristina Sørensen Ougaard
Leikurin er skrivaður av australska rithøvudinum og fyrrverandi sakføraranum Suzie Miller, og snýr seg um Tessu; ein dugnaligan sakførara úr arbeiðaraklassanum, sum hevur serligar royndir við neyðtøkumálum. Tá hon sjálv verður fyri kynsligum harðskapi, broytist alt - trúgvin uppá rættarskipanina verður skakað, og hon verður noydd at síggja sannleikan: At rættarskipanin, hon hevur tænt, ikki verjir øll líka.
"Kultura" ger samrøðu við leikstjóran Matthew Richardson og leikaran Kristinu Sørensen Ougaard.
Talan er um einkvinnuleik við Kristina Sørensen Ougaard í høvuðsleiklutinum, og leikstjóri er bretski Matthew Richardson, sum eisini hevur samstarvað við Det Ferösche Compagnie um rósta leikin Lear Kong. Matthew hevur drúgvar royndir sum leikstjóri og hevur vunnið fleiri virðislønir. Dánjal á Neystabø er tónasmiður og Sámal Blak er sniðgevi. Beinir Bergsson hevur týtt leikin til føroyskt.
Det Ferösche Compagnie hevur í samband við at fyrireika leikin samskift og samstarvað við Javnstøðunevndina, Sig Frá verkæltanina hjá Almanna- og mentamálaráðnum, Kvinnuhúsið og Neyðtøkutilbúgvingina í Sjúkrahúsverkinum. Vit tosa tí eisini við Eyðvør Tausen Olsen, leiðara í Kvinnuhúsinum og Brand Mortensen Nolsøe, samskipara í Javnstøðunevndini um leikin og álvarsligu evnini, ið hann varpar ljós á.
Til ber at lesa meira um leikin á Facebooksíðuni hjá Det Ferösche Compagnie.
Sí innslag í Dag og viku um leikin her:
Lurtið eftir fyrsta parti av sendingini KULTURA her:

































