Óli hjálpti GOG til heimasigur

Óli hjálpti GOG til heimasigur
Óli Mittún spældi aftur væl, tá GOG vann sín fyrsta heimadyst í ár. Føroyingurin skeyt seks mál í 36-32 sigri á TTH Holstebro
Verjan hjá Holstebro hevði úr at gera í royndunum at steðga kvika føroyinginum
Mynd: Lau Nielsen/GOG  
 
05.09.2025 - 11:13

Óli Mittún spældi ein góðan dyst, tá GOG vann 36-32 á TTH Holstebro í bestu donsku hondbóltsdeildini í gjár.

Føroyski bakspælarin skeyt seks mál og átti næstseinastu hond á fimm í fyrsta heimadystinum hjá fjónliðnum hetta kappingarárið.

Dysturin var javnur í fyrra hálvleiki, sum endaði 17-17, men eftir steðgin var GOG omaná. Óli Mittún var í miðdeplinum í álopsspælinum hjá heimaliðnum saman við Frederik Bjerre, sum skeyt sjey mál.

Næsti dysturin hjá GOG er í Champions League ímóti Barcelona næsta hósdag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541