Óli fær fyrsta dystin í Champions League

Óli fær fyrsta dystin í Champions League
Óli Mittún fær sannan elddóp í Champions League, tá Barcelona tekur ímóti GOG í kvøld. Füchse Berlin og Hákun West av Teigum vitja Nantes
Óli Mittún skal royna seg í Champions League fyri fyrstu ferð, tá GOG vitjar Barcelona
Mynd: Lau Nielsen/GOG  
 
11.09.2025 - 12:01

Óli Mittún fær sannan elddóp í Champions League, tá GOG vitjar katalanska stórfelagið Barcelona í kvøld.

Føroyski bakspælarin skifti úr svenskum hondbólti, til fjónska liðið í summar, og í kvøld skal hann spæla í størstu kappingini hjá EHF fyri fyrstu ferð.

 - Barcelona á útivølli er kanska ein av truplastu dystunum yvirhøvur, so vit verða royndir frá byrjan. Eg gleði meg at spæla á hesum pallinum, og vónandi kunnu vit røkka einum góðum úrsliti, sigur Óli Mittún á facebook-vanganum hjá fjónfelagnum.

GOG var ikki í Champions League í fjør. Kappingaárið 23/24 varð fjónska liðið við, men varð útsligið í playoff-umfarinum eftir bólkaspælið.

 

Füchse Berlin skal reisa seg 

Hákun West av Teigum og Füchse Berlin leggja fyri á útivølli ímóti franska felagnum Nantes. Felagið úr Berlin skal reisa seg eftir lemjandi 38-32 heimatapið fyri Magdeburg um vikuskiftið.

Óró hevur valdað í Füchse Berlin síðstu vikurnar. Ítróttastjórin Stefan Kretzschmar og venjarin Jaron Siwert, sum leiddi høvuðsstaðarfelagið til sítt fyrsta meistaraheitið og Champions League-finaluna í fjør, eru ikki longur í Berlin, og danski venjarin Nicolej Krickau stendur nú á odda hjá Hákuni West av Teigum og teimum. Danin varð venjari hjá GOG frá 2017 til 2023, tá hann fór til Flensburg-Handewitt. Har var hann uppsagdur í desember í fjør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672