Rennur við ommuni í huganum

Rennur við ommuni í huganum
- Hetta hugskotið er mín roynd at hjálpa, sigur Bjørt A. Sigurðsson, sum skal renna seks hálvmaraton í seks ymiskum býum
 
12.09.2025 - 10:03

Seks hálvmaraton í seks ymiskum londum.

Tað er ætlanin hjá 21 ára gomlu Bjørt Askham Sigurðsson úr Klaksvík. Og samstundis er endamálið at stuðla Krabbameinsfelagnum.

- Hetta byrjaði við, at eg vildi renna Copenhagen half, men so gjørdist eg varug við, at tað er ein partur av eini røð við seks hálvmaraton, og tað helt eg var spennandi, sigur Bjørt A. Sigurðsson, sum sipar til Superhalfs, ið er ein røð av seks hálvmaraton í seks ymiskum býum í Evropa.

Men tað snýr seg um meir enn at renna, tí við renningini roynir Bjørt A. Sigurðsson at stuðla Krabbameinsfelagnum við eini innsavning á netinum.

- Omma mín hevur í fleiri ár stríðst við krabba, og eg havi ikki vita, hvussu eg kann hjálpa henni. Tí er henda innsavningin ein roynd hjá mær at hjálpa, sigur Bjørt A. Sigurðsson, og vísur á, at Krabbameinsfelagið ger eitt stórt og gott arbeiði bæði fyri krabbameinsrakt og teirra avvarðandi.

Sunnudagin rennir Bjørt A. Sigurðsson ta fyrsta av seks hálvmaraton í Keypmannahavn, og eftir ætlan hevur hon runnið øll í vár.

1762853

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952