Fortreytin fyri eykajáttanini var, at tunnilin skuldi verða liðugur í ár

Fortreytin fyri eykajáttanini var, at tunnilin skuldi verða liðugur í ár
Løgtingið játtaði í apríl 28 milliónir aftrat til arbeiðið, men nú er greitt, at bergholið til Dals verður ikki liðugt fyrr enn til várs
Landsverk sigur nú, at bergholið til Dals verður ikki liðugt fyrr enn í øðrum ársfjórðingi næsta ár.
 
18.09.2025 - 10:13

Tað kemur púra óvart á fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at Dalstunnilin ikki verður liðugur fyrr enn til várs næsta ár. 

- Fortreytin fyri eykajáttanini til Dalstunnilin var, at tunnilin so bleiv liðugur og kundi takast í nýtslu í ár.

 

Eyðgunn Samuelsen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum við eykajáttanarlógini í apríl játtaði 28 milliónir krónur aftrat til Dalstunnilin.

 

Jóhan Christiansen.

 

Johan Christiansen, landsstýrismaður í samferðslumálum, var sjálvur innkallaður í fíggjarnevndina, tá tær 28 milliónirnar skuldu játtast til Dalstunnilin. Hann sigur nú, at tað má vera ein misskiljing, tá nevndin í sínum áliti skrivar, at írestandi arbeiðini eru boðin út.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

18092025_Dalstunnil_og_Eydgunn

 

Sambært eykajáttanarlógini frá í vár kostar Dalstunniln 173 milliónir krónur tilsamans. 

Tunnilin er 2,2 kilometrar langur.

 

Langa leiðin til Dalstunnilin 
 

Tilgongdin í málinum at gera berghol til Dals hevur verið drúgv.

Her er ein tíðarlinja:

Mars 2018

Ein millión krónur verður játtað á fíggjarlógini til berghol úr Húsavík til Dals.

Mai 2019

Hakin settur í. Bergholið við tilhoyrandi vegum verður mett at kosta millum 75-85 mió. krónur. Steðgur kemur í arbeiðið til november árið eftir.

November 2020

Fyrsta skotið latið av til Dalsbergholið.

 

 

Februar 2022

680 metrar av til samans 2,2  kilometrum eru boraðir í bergholinum.

Verkætlanin bygdi upprunaliga á at játta níggju milliónir krónur um árið, men er nú steðgað upp, tí fígging væntar.

November 2023

Dalsbergholið verður skotið ígjøgnum.

September 2024

Eftir ætlan kann bergholið verða liðugt í 2026, men stjórin í Landsverki heldur, at ber til at framskunda verkætlanina, um eykajáttan verður latin.

2024

110 mió. kr. eru higartil brúktar til farleiðina til Dals.

 

 

Mars 2025

Sambært dagførdari kostnaðarmeting, fer verkætlanin samanlagt at kosta um 173 mió. kr. Eykajáttan er umbiðin, soleiðis at bergholið kann gerast liðugt á heysti í ár.

Apríl 2025

Eykajáttan upp á 28 mió. kr. verður latin verkætlanini, aftrat frammanundan tøku játtanini á 35 mió. kr.

September 2025

Landsverk boðar frá, at arbeiðið er seinkað, hóast eykajáttanin varð latin, tí el- og trygdararbeiðið vantar, og arbeiðið verður nú boðið út.

Arbeiðið væntast at verða liðugt í øðrum ársfjórðingi í 2026.

 

Keldur: Kringvarp Føroya, logting.fo, landsverk.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117