Snyrilsmálið: Kvinnur kunnu nú søkja um endurgjald

Snyrilsmálið: Kvinnur kunnu nú søkja um endurgjald
Søkjast kann, hóast frágreiðingin hjá grønlendska landsstýrinum um málið ikki verður liðug fyrr enn í januar næsta ár
Fýra og ein hálv millión krónur er sett av til endurgjaldið í snyrilsmálinum.
Mynd: KNR  
 
29.09.2025 - 08:55

Í næsta mánaði kunnu kvinnur í Grønlandi, sum fingu snyril í 1992, ella eftir tað, søkja um endurgjald, veit KNR at siga.

Grønland yvirtók heilsuverkið í 1992.

Tær kunnu søkja, hóast frágreiðingin hjá grønlendska landsstýrinum um málið ikki verður liðug fyrr enn í januar næsta ár.

 

4,5 milliónir

Fýra og ein hálv millión krónur er sett av til endurgjaldið.

Landslæknaembætið í Grønlandi visti fyri einum mánaði síðani um 15 tilburðir eftir 1992.

Enn er ikki greitt, um kvinnurnar, sum fingu snyril til og við 1991, fáa endurgjald úr Danmark.

Tær eru í minsta lagi 4.000 kvinnur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595