Fyrrv. trygdarsamskipari: SSL má gera nýggja frágreiðing um hekkuportið

Fyrrv. trygdarsamskipari: SSL má gera nýggja frágreiðing um hekkuportið
Frágreiðingin livir ikki upp til tey krøv um sakligheit og gjølla upplýsing, ið ein slík frágreiðing eigur at hava. Tað sigur Tina Grønbech, skipsførari
Tina Grønbech er fyrrverandi trygdarleiðari á Strandferðsluni.
 
06.10.2025 - 15:59

Strandferðslan má gera eina nýggja frágreiðing um tilburðin við opna hekkuportrinum á Galaxy, tí fyrra frágreiðingin livir ikki upp til tey krøv um sakligheit og gjølla upplýsing, ið ein slík frágreiðing eigur at gera.

Tað sigur Tina Grønbech, skipsførari, sum er fyrrverandi trygdarsamskipari hjá Strandferðsluni.


 

TRYGDARLEIDARI_1

 

Galaxy.

 

Sat hon við ábyrgdini, hevði hon tikið myndina í álvara og gjørt kanningarabeiðið gjøllari.

Og nú eitt eygnavitni eisini er traðkað fram, er ein orsøk aftrat at kanna málið av nýggjum, heldur Tina Grønbech.

 

TRYGDARLEIDARI_2

 

Kringvarpið arbeiðir við at fáa viðmerkingar frá Niels Juel Arge, stjóra í Strandferðsluni, og Hans Johannes á Brúgv, stjóra í Sjóvinnustýrinum. Men tað hevur higartil ikki borið til.

Meira verður at frætta um málið í útvarpinum seinni í dag og í Degi og viku í kvøld.

 

Sí eisini: Jens Sivar Djurhuus: Eg tók myndina av hekkuportrinum á Galaxy

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666