Sendimaður: - Hetta er rætta løtan at hava friðarsamráðingar

Sendimaður: - Hetta er rætta løtan at hava friðarsamráðingar
Petur Petersen, sendimaður Føroya í Ísrael, heldur, at tíðin er røtt at hava friðarsamráðingar millum Ísrael og Hamas. Samráðingarnar eru í Egyptalandi í hesum døgum
 
06.10.2025 - 18:30

Í morgin eru tað tvey ár liðin, síðan yvirgangsálopið hjá Hamas á Ísrael, sum elvdi til núverandi kríggið í Gasageiranum.

Heimsins eygu eru í dag vend móti Miðeystri, tí í dag byrjaðu friðarsamráðingar millum Ísrael og Hamas í Sharm el-Sheikh í Egyptalandi. 

Samráðingarnar koma eftir, at Hamas hevur góðtikið partar av eini 20-parts ætlan, sum Donald Trump hevði lagt fram. 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur góðar vónir til samráðingarnar - og at vápnahvíld og leyslatan av gíslum - kemur upp á pláss longu í hesi vikuni.

- Vit hava havt fleiri góðar fundir við Hamas, og tað sær út til at virka. Nú fáa vit at síggja, hvat tað endar við, sigur Donald Trump.

Sendimaður Føroya í Ísrael, Petur Petersen, heldur, at hetta er rætta løtan at hava friðarsamráðingar millum partarnar.

Hoyr samrøðu í tíðindunum á nátturða:

Peter_Petersen_kl_18

 

Í friðarætlanini hjá Trump stendur millum annað, at:

- Um báðir partar taka undir við uppskotinum, endar kríggið beinanvegin og øll hernaðarlig átøk - eisini bumbuálop - verða steðgað.

- Ísrael fer hvørki at leggja Gasa undir seg ella hertaka tað.

- Allir gíslar, sum eru eftir - livandi og deyðir gíslar - skulu latast aftur innan 72 tímar eftir, at Ísrael hevur góðtikið friðarætlanina.

- Tá allir gíslar eru leyslatnir, fer Ísrael at sleppa 250 fangum leysum, umframt 1.700 fólk úr Gasa, sum hava verið varðhaldsfongslað eftir Hamas-álopið tann 7. oktober í 2023.

Hamas hevur játtað at lata gíslum leysum og at lata palestinskum teknokratum valdið í Gasa, men vil eisini samráðast um onnur lyklamál, so sum avvápnan og framtíðina hjá Gasa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194