Tekur tvær vikur at umvæla Shefakaðalin

Tekur tvær vikur at umvæla Shefakaðalin
Tað er grunt, har skaðin er hendur, og tí er hann ringur at umvæla
Kaðalskipið Cable Vigilance, sum skal umvæla skaðan, men tað liggur nú aftur í Calais í Fraklandi, vísir heimasíðan hjá Vesselfinder.
Mynd: Shetland News  
 
13.10.2025 - 08:25

Tað fer at taka tvær vikur at umvæla Shefakaðalin, sum fekk skaða 3. oktober, hevur Vodafone sagt viðskiftafólki sínum í Hetlandi.

Tað skrivaðu Shetland News í gjár.

Skaðin er ringur at umvæla, tí grunt er har, sum hann er hendur.

Shefakaðalin fekk skaða stutt úr landi í Orknoyggjum.

Kaðalskipið Cable Vigilance, sum skal umvæla skaðan, liggur nú aftur í Calais í Fraklandi, vísir heimasíðan hjá Vesselfinder.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213