Barnakonur fáa ókeypis koppsetingar

Barnakonur fáa ókeypis koppsetingar
Barnakonur koma nú upp í hópin hjá teimum, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri influensu og koronu
Barnakonur fáa skjótt tilboð um ókeypis koppseting.
 
15.10.2025 - 06:05

Barnakonur koma nú upp í hópin hjá teimum, sum fáa tilboð um ókeypis koppseting fyri influensu og koronu.

Ein broyting í kunngerðini um ókeypis koppseting er á veg.

Barnakonur fáa nú eisini tilboð um ókeypis koppseting fyri RS-virus.

RS-virus elvir til bruna í niðaru andingarleiðunum og kann elva til bronchitis og lungnabruna. 

Vanliga elvir RS til milda krímsjúku.

Men RS-virus kann eisini gera fólk álvarsliga, ja, deyðiliga sjúk, serliga nýføðingar, gomul fólk og tey, sum hava veikari immunverju og aðrar sjúkur.

Serliga pinkubørn eru í vanda.

Tilboðið um ókeypis koppseting fyri RS-virus verður galdandi til og við 31. januar 2026.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531