Stýrisformaðurin: Landsstýrið skal halda fingrarnar burturi frá ALS

Stýrisformaðurin: Landsstýrið skal halda fingrarnar burturi frá ALS
ALS stendur nú á fíggjarlógini, men tað góðtekur stýrið ikki, og landsstýrið er biðið um at strika ALS av fíggjarlógaruppskotinum
Alfred Petersen, formaður í stýrinum fyri ALS.
 
21.10.2025 - 09:08

Landsstýrið skal halda fingrarnar langt burturi frá Arbeiðsloysisskipanini. Tað er enntá ásett í lógini fyri ALS.

Tað sigur formaðurin í stýrinum fyri ALS, Alfred Petersen, sum fríggjadagin bað landsstýrið um at strika ALS av uppskotinum til fíggjarlógarlóg fyri næsta ár.

Á síðu 466 í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 stendur ein nýggjur postur - gjald til Arbeiðsloysisskipanina.

Har eru inntøkurnar ásettar til 168 milliónir og útreiðslurnar somuleiðis til 168 milliónir.

Fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram 30.september. Tríggjar dagar seinni, 3.oktober, varð nýtt ALS-stýri valt.

Grein-2A í ALS-lógini sigur stutt og greitt, at "inntøkur og útreiðslur grunsins verða ikki tiknar við á løgtingsfíggjarlógina".

Undranin hjá nýggja stýrisformanninum gerst bara størri av, at undanfarna stýrið segði kortanei, tá landsstýrið fyrr í ár kunnaði tað um ætlanina at fáa ALS á fíggjarlógina:

Undanfarna stýrið var samt um at siga nei.

Hesa ferð eru seks stýrislimir ímóti - sjeyndi stýrislimurin er ein ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum, sum nú umboðar tað almenna sum arbeiðsgevara.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21102025_Alfred_um__ALS

 

Útvarpið hevur tosað við Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum. Hon ger viðmerking til málið í tíðindunum í dag.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andaktin
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666