Sinnaður at endurskoða reglur um grundstykki

Sinnaður at endurskoða reglur um grundstykki
At selja grundstykki fyri minni enn tað, tey kosta at gera byggibúgvin, er beinleiðis ella óbeinleiðis stuðul uttan lógarheimild
Kollafjørður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.10.2025 - 07:00

At selja grundstykki fyri minni enn tað, tey kosta at gera byggibúgvin, er beinleiðis ella óbeinleiðis stuðul uttan lógarheimild.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í svari til Anniku Olsen, løgtingskvinnu.

Kommunala eftirlitið hartaði Tórshavnar kommunu fyri at selja grundstykki í Kollafirði bíligari enn kostprísur var.

Annika Olsen spyr, um landsstýrismaðurin og Løgmálaráðið eru sinnað at broyta tulking, tá grundstykki vera seld fyri prís, sum er ásettur eftir sakligum leiðreglum, sum taka atlit at staðbundnum viðurskiftum, sum tingkvinna sigur.

Bjarni Kárason Petersen sigur seg vera sinnaðan at endurskoða reglurnar, um tað vísir seg, at galdandi reglur innibera óneyðugar avmarkingar ella vantandi greidleika. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846