Óli feldi París - Hákun toppskjútti hjá Füchse

Óli feldi París - Hákun toppskjútti hjá Füchse
Talan var um stórt føroyskt Champions League-kvøld, tá Óli Mittún gekk á odda fyri ótrúligum GOG-sigri á París, meðan Hákun West av Teigum var toppskútti hjá Füchse Berlin
 
24.10.2025 - 09:11

Óli Mittún gekk á odda, tá GOG tók øll á bóli og vann á franska stórliðnum Paris Saint-Germain í Champions League í gjár.

Føroyingurin gekk á odda í franska høvuðsstaðnum og skeyt ikki færri enn níggju mál í 36-34 sigrinum, sum man teljast millum heilt stóru sigrarnar hjá fjónliðnum, ið av álvara vísir tekin um, at samspælið millum nógvu ungu spælararnar er farið at sita.

Umframt málini legði kviki føroyski bakspælarin upp til trý mál og var sum heild ógjørligur at steðga hjá fronsku risunum. GOG vann sær eina stóra leiðslu í fyrra hálvleiki, og sjey mál vóru á muni í steðginum.

Paris Saint-Germain, sum hevur havt stórar trupulleikar í evropeisku meistarakappingini í ár, nærkaðist gestunum ígjøgnum seinna hálvleik, men tað var ov seint. Við sigrinum kom GOG upp á seks stig og liggur nú á 5. plássi í bólkinum.

 

 

Hákun avgerandi

Hákun West av Teigum var eisini í miðdeplinum, tá Füchse Berlin vann tepurt á Veszprém í Ungarn. Landsliðsvongurin skeyt sjey mál í 32-31 sigrinum hjá týskarunum - millum annað til 32-30, tá ungarar høvdu skotið fýra á rað og veruliga tevjaðu blóð - og so var sætti CL-sigurin á rað veruleiki. 

Eftir eitt tíðarskeið, har hann hevur ligið upp ímóti 100 prosentum hvørja ferð, misnýtti føroyingurin fýra skot hesa ferð, men hvørki hann ella liðfelagarnir munnu taka júst tað so tungt, tá tað eydnaðist at fáa bæði stigini á einum torførum útivølli.

Hákun West av Teigum hevur nú skotið 29 mál í kappingini, og tað sær gott út hjá týska høvuðsstaðarfelagnum, sum liggur fremst við 12 stigum frammanfyri Aalborg, sum hevur 10.

 

 

Elias javnaði í evstu løtu

Eingin Elias Ellefsen á Skipagøtu í Champions League í ár, men hann spældi í staðin toppdyst í Bundesliguni á útivølli ímóti Gummersbach, sum undan dystinum hevði fult stigatal á heimagólvi.

Leingi sá út til, at heimaliðið fór at varðveita flottu hagtølini. Gummersbach var nevniliga frammanfyri næstan allan dystin, meðan føroyski gandakallurin mátti sita nógv á beinkinum eftir eina útvísing, sum hann fekk miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Hann slapp kortini inn aftur, og sum í øðrum dystum í ár, vóru Elias Ellefsen á Skipagøtu og málverjin Andreas Wolff avgerandi fyri norðurtýska risan. Føroyingurin skeyt trý mál síðstu átta minuttirnar. Tað seinasta var til 25-25 í evstu løtu, og sostatt bjargaði hann Kiel eitt stig við heim.

Kiel er á 2. plássi við 16 stigum. Tað sama hevur Flensburg, sum hevur spælt ein dyst minni. Magdeburg er nummar trý við 15 stigum og tveimum dystum til góðar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491