Vikugesturin: Smæðin og bersøgin

Vikugesturin: Smæðin og bersøgin
Kinna Poulsen, sum fekk virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir, var Vikugestur.
 
25.10.2025 - 10:12

Tú skuldi ikki trúð tí. Kvinnan, sum hevur gjørt tað til sítt vørumerki at skriva hvøss og onkuntíð hørð ummæli av list frá hjartanum, er smæðin. Men tað er hon, og onkuntíð spælir hon sjónleik, tá ið hon er millum fólk.

Í vikuni fekk hon virðisløn M.A. Jacobsens í yrkisbókmentum fyri bókina Í eygnahædd - um samtíðarlíst í Føroyum í 20. øld. Ein bók, har hon skrivar um list í tjúgunum. Og hon viðgongur, at hetta hevur verið tann truplasta av teimum 13 bókunum, hon hevur skrivað. Hon hevur verið noydd at velja og vraka millum listafólk, og tíðin fer at vísa, um hon valdi rætt.

Vinkonan Anna Djurhuus hevur nógv áhugavert at siga um Kinnu:

- Kinna er frálík. Tað er bert ein Kinna. Hon er hjartagóð, spennandi og hevur lætt við at vísa sínar kenslur. Eitt, sum fólk ikki vita, er, at hon er smæðin.

Kinna viðgongur, at soleiðis er.

- Eg kann fara inn til eina fernisering í Listasavninum og hava hug at fara í kamuflasju, sum er líka vorðin sum listaverkini á vegginum fyri at blíva ósjónlig. Tað er virkuliga ringt. Tað vil siga, at so spælir man eitt sindur komediu. Eg hugsi eisini, at tað er ein pinkulítil sjónleikari í mær. Tað er strævið. 

Kinna Poulsen vaks upp á Lútzenstrøð í Havn. Foreldrini vóru Ester og Ásmund, sum var fotografur. Í grannalagnum búðu listafólk sum Ingálvur av Reyni og Eivind Mohr, og hesin seinni vísti henni tíðliga, hvussu ein málningur verður bygdur upp.

Alt hetta hevur helst verið ein spíri til tað, sum skuldi gerast lívsleiðin hjá Kinnu: Listin. Hon er lærari á Glasi, men hon hevur eisini undirvíst ta tíðina, tá ið studentaskúlin var í Hoydølum, har hon sjálv gekk.

Tá ið hon var blaðung, fekk hon ein leiklut sum Maria Magdalena í Jesus og Makedonarin, og sangurin hevur givið henni nógv og rík minni.

Yrkjarin Tóroddur Poulsen sigur um Kinnu, at hon langt síðan átti at fingið Emmuna:

- Men erlig ummæli skapa fíggindar, serliga í myndlistaverðini. Fólk gevast við at heilsa og síggja lívsfornermaði út. Tað kostar, men tað fær ikki Kinnu at gevast, sigur Tóroddur Poulsen.

Kinna Poulsen viðgongur, at tað kann skapa fíggindar, tá man ummælir kritiskt.

- Tað er ræðuliga óbehagiligt. Serliga tá man er væl uppdrigin. Eg eri ein væl uppdrigin genta.

Hoyr alla samrøðuna við Kinnu Poulsen, sum var Vikugestur.

1772105

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118