Føroyar fyri fyrstu ferð til EM U23 í vektlyfting

Føroyar fyri fyrstu ferð til EM U23 í vektlyfting
Fyri fyrstu ferð verða Føroyar umboðaðar til EM í olympiskari vektlyfting.
Niels Áki Mørk
 
26.10.2025 - 09:39

Tað er Niels Áki Mørk, sum skal kappast til EM U23 í 65 kg flokkinum.

Kappingin verður hildin í Tirana í Albania frá 27. oktober til 4. november, og føroyski lyftarin Niels Áki Mørk skal kappast mikudagin 29. oktober kl. 19 lokala tíð.

Í tíðindaskrivi sigur Føroya styrkisamband, at málið við luttøkuni er at lyfta bæði persónligt og føroyskt met. Luttøkan til EM U23 er eitt týdningarmikið stig fyri føroyska vektlyfting, og vísir eisini, at greinin er í ferð við at vinna altjóða fótafesti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342