Yvirlækni: Ókeypis koppseting fer at lætta trýstið á barnadeildini

Yvirlækni: Ókeypis koppseting fer at lætta trýstið á barnadeildini
Nýggja koppsetingin fer at avmarka vandan fyri RS-virusi upp í 70 prosent
Absalon Eysturoy er yvirlækni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.
 
29.10.2025 - 12:56

Nú kunnu barnakonur fáa ókeypis koppseting fyri RS-virus. 

Hetta fer at lætta trýstið á barnadeildini, sigur Absalon Eysturoy, serlækni í barnasjúkum á Landssjúkrahúsinum. 

RS-virus er ein smitta í andaleiðini, sum serliga ger um seg hesa tíðina á árinum, og sum kann vera serliga vandamikil fyri smábørn.

Nógv koma til kanningar, og nógv verða innløgd í fleiri dagar, sigur Absalon Eysturoy.

Nýggja koppsetingin fer at avmarka vandan fyri RS-virusi upp í 70 prosent.

Barnakonur kunnu fáa ókeypis koppsetingi til 31. januar 2026.

Koppsetingin verður vanliga gjørd hjá kommunulæknanum í viku 32 av viðgongutíðini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

29102025_RS-koppseting

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329