- Tíðindi, mentan og ítróttur
Elinborg gevur sína fyrstu heildarútgávu út

Fríggjadagin gevur Elinborg Pálsdóttir út sína fyrstu heildarútgávu "Í ævir".
Elinborg, ið júst er heimkomin av konsertferð saman við systrini Eivør og kenda íslendinginum Ásgeir Trausti, verður gestur í LEITISSTEIN Live fríggjadagin klokkan 13.
Harumframt hava vit eisini líka fingið orðið á hana í sambandi við útgávuna av "Í ævir".
Hvussu kennist tað, tú gevur tína fyrstu heildarútgávu út?
»Tað er ein ótrúlig kensla. Tað hevur leingi verið ein dreymur at geva eina heilda plátu út, og tað kennist veruliga eisini dreymakent endiliga at sleppa at halda henni í hondini.«
Hvussu vil tú lýsa "Í ævir"? Er hon tónlistarliga øðrvísi enn tað, ið tú áður hevur givið út?
»Ja, hendan útgávan er øðrvísi enn tað, ið eg áður havi útgivið. Eg havi brúkt tey seinastu árini uppá at vera skapandi, men eisini leitandi. Eg haldi, at tað er sera umráðandi at flyta seg sum listafólk, og at tora at taka avgerðir, ið mann ikki áður hevur tikið og sostatt fara vegir, ið eru nýggir. Tað er hendan ferðin hjá mær, ið hevur ført til hesa útgávuna. "Í ævir" er ein spegilsmynd av mínum uppvøkstri, upplivingum, og speglar hon sum heild lívið og kenslur. Alt er ballað inn í náttúrumegi og náttúrunar frumevni. Talan er um myrkan elektroniskan popp við einum ferili av ljósi og vón, vildi eg sagt.«
Tú hevur júst verið á konsertferð saman við Eivør og Ásgeir, og tit spæla konsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið. Tú ert eisini á einum týskum plátufelag. Hetta angar av stórum ætlanum í útlandinum.
»Ja, tað er ótrúliga nógv hent hetta árið, sum eg eri sera takksom fyri. Næst á skránni er Mentanarhúsið í Fuglafirði, og eftir hetta gongur leiðin til Mekisko at spæla tríggjar konsertir. Har er nógv at gleða seg til. «
Á YouTube-vanganum hjá Elinborg Pálsdóttir liggja eisini fleiri videobrot, har Elinborg útgreinar sangirnar á frumplátuni "Í ævir".
Í sambandi við útgávuna av "Í ævir", so verður Eliborg eisini gestur í LEITISSTEIN Live í útvarpinum fríggjadagin klokkan 13.
Í sendingini verða allir sangirnir á plátuni spældir, meðan prátað verður um plátuna og alt, ið knýtir seg at henni.
Tit lurtarar eru vælkominir at gera tykkara ávirkan á sendingina við Elinborg galdandi við at senda ein spurning, eina kvøðu ella hvat tað skal vera til Elinborg umvegis smsboð á 224000.
Í ævir
(Embassy of Music)
01 Frá morgni
02 Vatnsins verur
03 Náttin er mítt heim
04 Enn livandi
05 Blóð
06 Troyst
07 Kærleikin
08 Sár
09 Til myrkurs
10 Í ævir
Allir sangirnir skrivaðir av Elinborg
Framleiðari: Per L. Højgaard Petersen
Sangupptøkur og tilrættisleggjan: Eivør Pálsdóttir
Klaver og ljómborð á "Náttin er mítt heim", "Troyst", "Kærleikin" & "Enn Livandi": Tróndur Bogason
Eykatrummur og ljómborð á "Blóð" and "Kærleiki": Jan Rúni Poulsen, Heðin Ziska Davidsen
Ljóðblandað: Jens L. Thomsen í Rúm44, Tórshavn
Mastrað: Robin Schmidt / 24-96 Mastering
Skreyting: Kirstin Helgadóttir
Myndir: Sigríður Ella Frímannsdóttir
Stílráðgevi: Sigurbjörg Stefánsdóttir
Hár: Tinna Ingimarsdóttir
Sminka: Kolbrún Anna Vignisdóttir



























