
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Rumbul er í politisku lokalfeløgunum í Sandoynni, sum halda, at teirra flokkar hava tikið avgerð um Suðuroyartunnilin yvir høvdið á teimum.
Lokalfeløgini góðtaka ikki linjuføringar, sum ganga gjøgnum Sands bygd og Traðir.
Tað man vera sjáldan, at øll nevndin í einum politiskum lokalfelagi bæði hóttir við at leggja frá sær - og melda seg úr flokkinum.
Men tað er støðan í Sandoyar Tjóðveldisfelag, sum í skrivi til floksleiðsluna, landsstýrisfólk og tingmanning floksins setur hart móti hørðum.
- Vit vilja enn einaferð gera vart við, at vit góðtaka ikki eina linjuføring, sum gongur gjøgnum Sandsbygd og Traðir. Í so fall at hetta er ætlanin, er øll nevndin í Sandoyar Tjóðveldisfelag til reiðar at leggja frá sær og melda seg úr flokkinum. Vit kunnu ikki verja hesa avgerð fyri limum okkara, skrivar felagið.
Gjørt vart við støðuna fleiri ferðir
Í hvassorðaða skrivinum, sum er dagfest 23. oktober, vísir nevndin í Sandoyar Tjóðveldisfelag á, at tey fleiri ferðir hava gjørt vart við sína støðu - men tað tykist sum at sjónarmiðini eru sópað undir teppið og lok lagt á málið.
27. oktober, tað var mánakvøldið, boðaði løgmaður frá, at semja er um linjuføringina.
Loysn 1A er vald. Tað merkir umfatandi vegagerð gjøgnum Sands bygd og Traðir.
Eir Páldóttir, forkvinna í Sandoyar Tjóðveldisfelag, hevur í dag ongar viðmerkingar yvirhøvur til málið. Tað einasta, hon vil siga, er at hon hevur fingið lovað ein fund við floksleiðsluna.
Tað ber ikki til at leggja besta dyrkilendi í landinum undir asfalt.
Ingimar Tór Thomsen, formaður í Sandoyar Fólkafloksfelag.
Skal ikki ganga út yvir bygdina
Eisini Sandoyar Fólkafloksfelag hevur sent skriv til sína floksleiðslu. Boðskapurin er stórt sæð tann sami - flokkurin hevur ikki lurtað eftir lokalfelagnum, tey eru hvørki spurd ella hoyrd.
- Vit eru ikki tunnilsserfrøðingar. Men vit vilja hava eina loysn, sum ikki gongur út yvir Sands bygd. Tað ber ikki til at leggja besta dyrkilendi í landinum undir asfalt, sigur Ingimar Tór Thomsen, formaður í Sandoyar Fólkafloksfelag.
Hann vísir á, at verður hildið fast um, at Suðuroyartunnilin skal koma upp í Djúpadali, so má ferðslan leiðast gjøgnum annan tunnil, heilt inn í dalin til Sandoyartunnilin.
Loysnin, sum nú liggur á borðinum er alt ov stórt inntriv í Sands bygd, og tað góðtaka vit ikki, sigur Ingimar Tór Thomsen.
Skrivið frá Sandoyar Fólkafloksfelag er send floksleiðsluni 29. oktober, tað er mikudagin.
- Vit hava sagt frá á rætta stað, sigur Ingimar Tór Thomsen, sum ikki vil gera bandaða samrøðu við útvarpið.
Støðan ikki nýggj
Støðan hjá politisku lokalfeløgunum í Sandoynni er ikki nýggj fyri politisku skipanina.
Stutt eftir at semjuskjalið um Suðuroyartunnilin varð undirskrivað í Tinganesi 8. november í fjør, gjørdu øll fýra lokalfeløgini í oynni - Sandoyar Sýslu Javnaðarfelag, Sandoyar Tjóðveldisfelag, Sandoyar Fólkafloksfelag og Sandoyar Sambandsfelag - sína støðu greiða í felags hoyringssvari til Løgmansskrivstovuna greitt, at tey krevja eina loysn, sum ikki gongur út yvir Sandoynna. Longu tá vildu tey hava tunnilsmunnan at koma upp norðan fyri Sandsbygd.
Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á lokalfeløgini hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum.
Mánakvøldið segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, at lógaruppskotið um at projektera Suðuroyartunnil fór til hoyringar í hesi vikuni. Enn er tó einki lógaruppskot sent út úr Løgmansskrivstovuni.