Fosturtøka: Onki álit komið hóast freistina í dag

Fosturtøka: Onki álit komið hóast freistina í dag
Onki álit kemur úr rættarnevndini um uppskotið um fosturtøkulóg í dag. Upprunaliga var freistin 30. oktober, og longda freistin var í dag.
Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, kann ikki leggja álit fram í dag, tí hon hevur bert tríggjar undirskriftir.
Mynd: Savnsmynd  
 
07.11.2025 - 20:37

Onki álit kemur úr rættarnevndini um uppskotið um fosturtøkulóg í dag. Upprunaliga var freistin 30. oktober, og longda freistin var í dag. Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, og Ingilín D. Strøm vóru sjálvar við til at leggja uppskotið fram, og saman við Kristonnu Winther Poulsen hava tær nú skrivað minnilutaálit. Men forkvinnan kann ikki leggja álitið fram við trimum undirskriftum og bíðar tí eftir restini av rættarnevndini. 

 

1775109

 

Helgi Abrahamsen

Caption: 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Hini í rættarnevndini eru Helgi Abrahamsen, næstformaður, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Rósa Tyril Gaardlykke, sum skriva eitt annað minnilutaálit og so Henrik Old, sum skrivar sítt egna. Helgi Abrahamsen kann ikki í dag siga, nær hann, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Rósa Tyril Gaardlykke verða liðug við sítt álit. 

 

1775108

 

1. desember fara tríggir landsstýrismenn frá, millum annað Djóni Nolsøe Joensen, sum kemur aftur í tingið. Hann hevur fyrr sagt alment, at hann er ímóti fosturtøku.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329