USA strikar revsitiltøk móti Sýria

USA strikar revsitiltøk móti Sýria
Sýriski forsetin hevur verið á vitjan í USA, og hetta er fyrstu ferð, at ein sýriskur forseti hevur verið í Hvítu húsunum síðani 1946
Donald Trump og sýriski forsetin, Ahmed al-Sharaa, í Hvítu húsunum í gjár.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
11.11.2025 - 08:35

USA strikar revsitiltøkini móti Sýria.    

Tað er greitt, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjár hitti sýriska forsetan, Ahmed al-Sharaa, í Hvítu húsunum.

Sambært umsitingini hjá sýriska forsetanum tosaði Sharaa um sýrisk mál og um at styrkja sambandið við Trump, skrivar Reuters.

Uttanríkisráðharrarnir í báðum londum vóru eisini við á fundinum. Fundurin var fyri afturlatnum hurðum, og journalistar høvdu onga atgongd. 

 

Fyrsta vitjan síðani 1946

Hetta er fyrsta almenna vitjan hjá einum sýriskum forseta í Washington D.C., síðani Sýria fekk sjálvstýri í 1946.

Fundurin var bert fáar dagar eftir, at ST, Bretland og ES strikaðu revsitiltøkini móti Sharaa, - manninum sum var uppreistrarleiðari, men gjørdist forseti í Sýria. 

Hann varð eisini fyri stuttum strikaður av einum amerikonskum lista yvir yvirgangsfólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423