ES kannar Red Bull

ES kannar Red Bull
Felagið, sum framleiðir orkudrykkin, er undir illgruna fyri at misnýta kappingarstøðuna og at bróta kappingarreglur
ES-kappingarnevndin heldur, at Red Bull kann hava givið kundum fíggjarligar og aðrar fyrimunir, so aðrir orkudrykkir ikki sleppa framat.
 
14.11.2025 - 10:51

ES hevur boðað frá, at tað kannar felagið, sum framleiðir orkudrykkin Red Bull. 

Felagið er undir illgruna fyri at hava misnýtt sína marknaðarstøðu og at bróta kappingarreglur.

ES-kappingarnevndin heldur, at Red Bull kann hava givið kundum fíggjarligar og aðrar fyrimunir, - eitt nú matvøruhandlar og bensinstøðir, fyri at forða teimum í at selja orkudrykkir í støddum yvir 250 millilitrar frá kappingarneytum.

ES-nevndin kannar eisini, um Red Bull hevur roynt at gera orkudrykkir hjá kappingarneytum minni sjónligar í hesum handlum, “í øllum førum í Niðurlondum”. 

Nevndin nevnir ikki onnur ES-lond.

- Vit vilja síggja, um hesin arbeiðshátturin kann hava verið við til at halda prísunum uppi og avmarka brúkaravalið, tá tað snýr seg um orkudrykkir, sigur ES-nevndarlimurin í kappingarmálum, Teresa Ribera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026