Til reiðar at taka við løgmanssessinum, um hann stendur í boði

Til reiðar at taka við løgmanssessinum, um hann stendur í boði
Fólkaflokkurin hevur havt góð úrslit í seinastu veljarakanningunum, og Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, vísir ikki einum løgmanssessi burtur eftir komandi val.
 
15.11.2025 - 18:35

Fólkaflokkurin hevur í dag havt landsfund í Skálanum í Klaksvík. Nógv fólk var møtt á fundinum.

Fólkaflokkurin hevur havt sera góð úrslit í teimum seinastu veljarakanningunum, og Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, vísir ikki einum løgmanssessi burtur eftir komandi val, um tað skuldi staðið honum í boði. 

Eitt av punktunum á skránni til landsfundin, var formansfrágreiðingin hjá Beini Johannesen, floksformanni. Formansrøðan snúði seg um eitt sindur av hvørjum, alt frá bústaðarpolitikki til fiskivinnu og familjupolitikk. Men eitt sum fylti meir enn annað, var málið um at seta fleiri avmarkandi tiltøk í verk ímóti russiskum reiðaríum. Sirið Stenberg hevur boða frá, at hon ætlar sær at brúka heimildina, um uppskotið verður samtykt í Løgtinginum. Í røðu síni ávaraði formaðurin í Fólkaflokkinum tó ímóti hesum.

Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum:

1776585

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334