Noreg og Russland fara nú at samráðast um fiskiskapin í Barentshavinum

Noreg og Russland fara nú at samráðast um fiskiskapin í Barentshavinum
Samráðingarnar vera frá 8. til 12. desember, og tær vera talgildar
Marianne Sivertsen Næss er norskur fiskimálaráðharri. Hon væntar, at samráðingarnar við Russland í ár vera strævnar, millum annað tí, at tvey russisk reiðarí eru sett á svartalista.
Mynd: Vesterålen  
 
21.11.2025 - 07:45

Nú er avgjørt, nær Noreg og Russland fara at samráðast um fiskiskapin í Barentshavinum næsta ár.

Tað verður frá 8. desember til 12. desember.

Samráðingarnar vera talgildar.

Tí boðar norska fiskimálaráðið fra.

Marianne Sivertsen Næss, fiskimálaráðharri, væntar strævnari samráðingar í ár enn undanfarin ár, millum annað tí, tvey russisk reiðarí eru sett á svartalista.

 

Neyðugt at varðveita samstarvið

Men bæði londini eru samd um, at alneyðugt er at varðveita samstarvið um at umsita fiskin og stýra fiskiskapinum í Barentshavinum.

Tað hevur tað verið í stívliga hálvthundrað ár. Tað byrjaði í 1974.

Fiskifrøðingar í báðum londum mæla til, at ikki verða fiskað meira enn 270.000 tons av toski í Barentshavinum næsta ár.

Hetta eru 14 prosent minni enn tilmælið var fyri 2025, og 21 prosent minni enn kvoturnar, londini góvu  sær í ár.

Toskakvotan í Barentshavinum er minkað síðani 2021. 

Landsstýrið hevur ikki enn boðið Russlandi til samráðingar um fiskiveiðisáttmála fyri næsta ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373