Politiska skipanin visti av, at játtanin til Trongisvágsvegin var flutt

Politiska skipanin visti av, at játtanin til Trongisvágsvegin var flutt
Longu í mars mánaði í 2023 visti politiska skipanin av, at Landsverk hevði brúkt tær fýra milliónir krónurnar til aðrar verkætlanir
 
23.11.2025 - 18:23

Tað hevur verið eitt sindur av kjaki aftur og fram um, hví Landsverk ikki hevur gjørt tað seinasta strekkið av vegnum millum Hvalba og Trongisvág liðugt.

Upprunaliga vórðu fýra milliónir krónur settar av til hesa verkætlanina, men einki er hent, og seinni er komið alment fram, at Landsverk, eftir at hava samskift við Samferðslumálaráðið, hevur gjørt av at brúka peningin til tríggjar aðrar verkætlanir, Selatraðarvegin, Fuglafjarðarvegin og Funningsfjarðarvegin.

Fyrr í hesum mánaðinum fanst Erhard Joensen, fyrrverandi formaður í fíggjarnevndini, at Landsverki fyri at hava brúkt peningin, sum var oyramerktur til Trongisvágsvegin, til aðrar verkætlanir, men nú er greitt, at bæði Samferðslumálaráðið og fíggjarnevndin hjá Løgtinginum vistu av, at peningurin varð brúktur aðrastaðni. 

Tað fingu tey at vita longu í mars mánaði í 2023.

Tann 8. mars 2023 var Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslumálum, á fundi í fíggjarnevndini saman við leiðsluni hjá Landsverki, teirra millum Sigurdi Lamhauge, stjóra, og Dan Sofus Hofgaard, deildarleiðara fyri Infrakervi, og á hesum fundi var málið um vegin millum Hvalba og Trongisvág viðgjørt.

Tveir dagar seinni, tann 10. mars, sendir Landsverk fíggjarnevndini eitt skriv, sum er svar upp á teir spurningar, sum sitandi fíggjarnevnd hevði á fundinum, og ein partur av tí brævinum snýr seg um júst hetta vegastrekkið.

Í endanum av tí skrivinum greiðir Landsverk frá, at upphæddin, sum er sett av til at gera hetta strekkið, er ov stór til at projektera vegin og ov lítil til at gera vegin lidnan fyri. Og at mann tí hevur umraðfest pengarnar til áðurnevndu vegastrekki.

Trýst á pílin niðanfyri fyri at hoyra alt innslagið, sum var í tíðindunum sunnukvøldið.

1778036

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952