Dannebrog kostar 100 milliónir at umvæla

Dannebrog kostar 100 milliónir at umvæla
Umvælingararbeiðið hevur verið nógv størri enn væntað, tí kongsskipið er í verri standi enn hildið
Dannebrog leggur at í Havn, tá kongshjúnini vitjaðu í summar. Skipið er frá 1932.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.11.2025 - 15:12

Tað gjørdist ein kostnaðarmikil søga, nú kongsskipið Dannebrog skuldi umvælast.

Skipið er frá 1932 og verður javnt og samt hildið viðlíka, tá tað hvørt ár kemur aftur til flotastøðina í Frederikshavn, har tað liggur um veturin.

Men har er nógv um at fara. Tað hevur tilfar- og keypsdeildin hjá Verjumálaráðnum staðfest fyri kortum, skrivar danski miðilin nordjyske.dk.

 

Rammuavtala segði 72 milliónir

Tað var í 2022, at ein politisk rammuavtalu varð gjørd, um at Dannebrog skuldi umvælast fyri 72 milliónir krónur.

Men hesi árini, síðani avtalan var gjørd  er staðfest, at skipið er í verri standi enn upprunaliga hildið, endurgevur danski miðilin verjumálaráðið fyri at hava skrivað.

Tí er játtanin nú hækkað upp í 100 milliónir krónur.

 

Alt er kannað

Skipið er kannað úr enda í annan, alt er tikið innan úr skipinum. Stálið er mált, og tað, sum mátti skiftast, er skift, og skipið er brandtryggjað eftir nútíðar krøvum.

- Tað hevur tí verið munandi meira umfatandi at viðlíkahalda skipið, enn roknað varð við. Tí er upphæddin í rammuavtaluni broytt til í mesta lagi 100 milliónir krónur, sigur Verjumálaráðið sambært nordjyske.dk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050