Flogfeløg gevast at flúgva til Venesuela

Flogfeløg gevast at flúgva til Venesuela
Amerikanska flogferðslueftirlitið, FAA, hevur ávarað um økt hernaðarligt virksemi, nú USA er farið undir at senda fleiri herfólk til Karibia
USA leggur forsetan í Venesuela, Maduro, undir at standa á odda fyri einum rúsevniskartelli.
Mynd: Federico Parra/AFP/Ritzau Scanpix  
 
24.11.2025 - 10:47

Fleiri flogfeløg eru givin at flúgva til Venesuela.

Tað gera tey, eftir at amerikanska flogferðslueftirlitið, FAA, hevur ávarað um økt hernaðarligt virksemi, nú USA er farið undir at senda fleiri herfólk til Karibia.

Tað skrivar norska kringvarpið.

USA hevur hernaðarflogfør og herskip í økinum í sambandi við, at politiska leiðslan í Washington hevur sett í verk átak ímóti rúsevnum. Higartil hevur USA skotið og søkt minst átta bátar, sum amerikanarar siga hava siglt við rúsevnum úr Venesuela til USA.

Fyri einari viku síðan váttaði amerikanska verjan, at flogberin, USS Gerald R. Ford, var komin í karibiska havið.

Venesuelansku myndugleikarnir hava mótmælt økta amerikanska hernaðarvirkseminum í økinum. Myndugleikarnir siga, at hetta er fyrsti partur av einari ætlan at reka Nicolas Maduro, forseta, frá valdinum í Venesuela.

USA hevur lagt Maduro undir at standa á odda fyri einum rúsevniskartelli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129