Sleppir ætlan um at stevna Múte B. Egede

Sleppir ætlan um at stevna Múte B. Egede
Tom Høyem, fyrrverandi grønlandsmálaráðharri, ætlaði at stevna, tí hann helt, hann hevði skyldu til at verja starvsfólkini í Grønlandsmálaráðnum
Tom Høyem var grønlandsmálaráðharri frá 1982 til 1987.
Mynd: KNR/Ritzau Scanpiz  
 
24.11.2025 - 08:14

Tom Høyem, fyrrverandi grønlandsmálaráðharri, ætlar sær kortini ikki at stevna Múte B. Egede fyri ærumeiðing og bakbit, tí hann kallaði snyrlamálið fólkadráp, skrivar Ritzau.

Tom Høyem var grønlandsmálaráðharri frá 1982 til 1987.

Tom Høyem er einasti grønlandsmálaráðharri, sum er á lívi.

 

Tók ikki orðini aftur

Múte B. Egede skrivaði á Facebook, at hann tók ikki orðini hjá sær aftur. Hann segði tá, at hann skuldsetti danska statin fyri fólkadráp, ikki einstaklingar.

- Tað ber ikki til at hótta meg til at tiga, skrivaði hann eisini.

Tom Høyem ætlaði at stevna, tí hann helt, hann hevði skyldu til at verja starvsfólkini í Grønlandsmálaráðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026