Dalbingar fáa nú at vita, um bergholið kann brúkast í vetur

Dalbingar fáa nú at vita, um bergholið kann brúkast í vetur
Um dalsvegurin verður stongdur í vetur fyri veður, er møguleiki, at ferðslan verður leidd gjøgnum bergholið
Mikukvøldið í næstu viku fáa dalbingar at vita, um tey sleppa at brúka bergholið í vetur.
Mynd: Landsverk  
 
28.11.2025 - 08:25

Mikukvøldið í næstu viku fáa dalbingar at vita, um tey sleppa at brúka bergholið í vetur.

Tí tá verður kunningarfundur í Dali um bergholsarbeiðið, og hvussu ferðslan verður skipað í vetur.

Um dalsvegurin verður stongdur í vetur fyri veður, er møguleiki, at ferðslan verður leidd gjøgnum bergholið. 

Ferðslan verður skipað sum raðkoyring. 

Hetta er trygg loysn, sum órógvar arbeiðið í bergholinum minst møguligt, sigur Landsverk.

Á fundinum í Dali vera politiið, sjúkrabilatænastan, Tórshavnar sløkkilið og Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424