- Tíðindi, mentan og ítróttur
Miðumfarið byrjar við braki ímóti Týsklandi

Føroyar leggja til brots í miðumfarinum við risastórari avbjóðing ímóti Týsklandi í Dortmund.
Westfalenhalle væntast at verða full til dystin í kvøld, og tað merkir at teir føroysku áskoðararnir, sum eftir eru, skulu kappast við knapt 15.000 týskarar á áskoðaraplássunum.
Á vøllinum verður avbjóðingin ikki minni. Týskland vann sín bólk sannførandi ímóti Serbia, Íslandi og Uruguai, og hevur tískil fýra stig við sær í miðumfarið.
Fýra í bakketuni
Harumframt hava tær havt ríkiligan kjans at spara spælarar, meðan nógv hevur ligið á nøkrum fáum føroyskum spælarum í bakketuni, sum kortini fingu hvílt seg eitt sindur í sigrinum á Paraguai.
Týskarar spæla tíðum við fýra í bakketuni uttan striku, og vengurnir eru sera effektivir og skora upp á eini níggju av 10 skotum.
- Tær hava ikki ein spælskipara og tveir bakkar, men hava fýra, og tað hevur forvirrað eitt sindur. Týskland er komið rímiliga snikkaleyst til dystin, segði Ingi Olsen í 3-2 í gjár.
- Tær leggja stóran dent á at koma fram skjótt. Tær hava skotið eini 10 mál ímóti bæði Serbia, sum tær vunnu á við 11 málum, og í einum øðrum dysti, har tær høvdu 16 kontramál.
Jana Mittún fekk hvílt seg eitt sindur í trygga sigrinum á Paraguai sunnudagin, men hon verður ivaleyst inni frá byrjan í bakketuni saman við Súnu Krossteig Hansen og Mariu P. Nólsoy. (Mynd: Jule Erzen)
Annika og Marianna uttanfyri
Tvær útskiftingar eru til dystarhópin í dag. Sambært Portal.fo kemur Gylta á Neystabø inn aftur í hópin fyri Anniku Fríðheim Petersen, og Maria H. Weyhe fær plássið hjá Mariannu G. Eystberg, sum annars stóð seg væl ímóti Paraguai.
Roknast kann við, at Jana Mittún, Súna Krossteig Hansen og Maria P. Nólsoy vera í føroysku bakketuni frá byrjan, men Ingi Olsen metir, at venjararnir kanska hugsa um at spara spælarar, um munurin verður ov stórur lutfalsliga tíðliga í dystinum.
- Eg giti, at tann tankin spøkir onkustaðni, og mátin, vit byrja dystin, kann eisini verða avgerandi. Er tað soleiðis, at Týskland bara er nógv betri enn vit, vænti eg ikki, at okkara bestu spælarar fáa fulla spælitíð. So mugu vit eisini hugsa longur fram, segði Ingi Olsen.
Hósdagin spæla Føroyar ímóti Serbia, og leygardagin stendur Ísland fyri skotum.
Kringvarpið sendir og stroymir
Kringvarpið sendir dystin hjá Føroyum í kvøld. Dagur og Vika verður klokkan 18.30, og byrjað verður at senda frá HM-hondbólti klokkan 19.00. Dysturin sjálvur byrjar klokkan 19.30.
Harumframt verða hinir dystirnir í føroyska bólkinum stroymdir á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Spania - Serbia spæla klokkan 14.30, og klokkan 17.00 spæla Ísland og Montenegro.




























