Drama í Dortmund: Føroyar vunnu sær javnleik við síðsta skotinum í dystinum

Drama í Dortmund: Føroyar vunnu sær javnleik við síðsta skotinum í dystinum
Dagsins besti leikari í Westfalenhalle, Jana Mittún, tók ábyrgd, tá Føroyar fingu brotskast í síðstu sekununum og tryggjaði Føroyum javnleik móti sterka Serbia
Mynd: Jure Erzen / kolektiff  
 
04.12.2025 - 16:10

Dysturin móti Serbia í Dortmund gjørdist eitt drama av einari aðari verð. 

Bæði sigurin og javnleikur tóktust gloppin Føroyum av hondum seinasta minuttin, tá brandurin Pernille Brandenborg hevði brent møguleikan at leggja Føroyar framum við trimum málum, tá átta minuttir vóru eftir at dystinum. Og so misnýtti Pernille eisini eitt brotskast móti endanum á dystinum, ið kundi leggja Føroyar framum. 

So segði hann: Tað sá serstakliga svart út, tá Maria Nólsoy misnýtti møguleikan av javna, tá ein lítil minuttur var eftir. 

 

Serbar dummaðu seg

Tá alt tóktist tapt, støðan var 31-30 og serbar høvdu bólti, men so dummaðu serbar seg og drálaðu ov nógv í síðstu løtuni av dystinum.

Dómararnir bríkslaðu, so Føroyar kundu fáa bóltin til eitt síðsta álop við átta sekundum eftir av tíðini.

Men tá málverjin Annika Fríheim Petersen skuldi spæla bóltin frammeftir, vildi serbiski leikarin ikki flyta seg. 

Framúrskarandi dómararnir góvu sær stundir at hyggja støðuna ígjøgnum á video og komu til røttu avgerðina, at Føroyar skuldu hava brotskast. 

 

Miðpunktið Mittún

Miðpunktið Jana, ið eitur Mittún til eftirnavn, tók ábyrgd og skeyt brotskastið í trygt upp í nettakið og tryggja Føroyum javnleiki, ið tær so ruddiliga høvdu uppiborið.

Tú kundi ikki lata vera við at hugsa, at meðan føroyska superstjørnan Elias Ellefsen á Skipagøtu stóð og stuðlaði kvinnunum á áskoðaraplássunum, so vísti Jana Mittún, at í henni býr eitt talent, ið kann javnmetast við tað hjá bæði Eliasi og beiggjanum Óla Mittún. 

 

Stýrdi Føroyar framum

Eftir ein eitt sindur trilvandi fyrra hálvleik, so tók Jana Mittún fatur í bóltinum í seinna hálvleiki og stýrdi Føroyar framum Serbia.

Jana Mittún er snúðningsdepilin á Føroyska liðnum, og sjáldan hevur tað staðið týðiligari enn í dag. 

Ferð eftir ferð breyt hon seg ígjøgnum og skoraði, og um hon ikki skoraði, so fekk hon brotskast. 

Ferð eftir ferð spældi hon Pernille Brandenborg fría á strikuni ella Lív Poulsen á høgra vonginum, sum enn einaferð var flúgvandi í dag. 

Tá avtornaði hevði Jana skotið 10 mál og kanska lagt upp til eins nógv. 

 

Sterkir herovastar

Skalt tú skal í hondbóltskríggj, sum dysturin móti Serbia til tíðir var, tí tað bleiv spælt hart, so er umráðandi at hava góðar herovastar afturat sær.

Tað hevur Jana, tí undir hennara lið í álopinum stendur hin krútsterka Súnu Hansen, ið var heilt fantastisk í dag. Tær báðar spældu álopshondbólt á hægsta altjóða støði í seinna hálvleiki.

Undir lið Janu í verjuni stendur borgin Pernille Brandenborg, ið enn einaferð var stórspælandi. Hóast neyvleikin sveik hana móti endanum av dystinum, so skal Pernille ikki hoyra eitt øvut orð fyri tað, tí uttan hana í bæði álopinum og verjuni í fyrra hálvleiki, so var dysturin langt síðani taptur, tá seinni hálvleikur bleiv bríkslaður ígongd.

 

So trølsligt eitt lag

Tá so unga og evnaríka Maria Nólsoy eisini stemplaði inn í dystin í seinna hálvleiki og vísti, hvørjar dygdir og knotur búgva í henni, so fingu Føroyar, ið høvdu verð aftanfyri allan fyrra hálvleiki, stríðst seg framum móti Serbia. 

Og tá alt sá út til at vera tapt, so fingu Føroyar tann janvleikin, ið tær høvdu uppiborið. 

Øll sita vit tó eftir við kensluni, at Føroyar burdu vunnið dystin. Trølsligi veikleikin at brenna ov nógvar góðar málmøguleikar spøkti aftur.

Eg havi fyrr siterað yrkingina "Mín sorg" hjá Janusi Djurhuus, og eg fari at gera tað enn einaferð, nú vit enn einaferð sama sangin um teir misnýtt møguleikarnar. 

"Tá skalt tú mær spæla so trølsligt eitt lag."

 

Serbia - Føroyar 31-31 (16-14)
Westfalenhalle, Dortmund

Jana Mittún 10
Pernille Brandenborg 6
Súna Hansen 5
Maria Nólsoy 4
Liv Sveinbjornsdottir Poulsen 4
Anna Elisabeth Weyhe 1
Elsa Egholm 1
Karin Egholm
Marianna Eystberg
Vár Zachariasen
Marita Mortensen
Bjarta Johansen
Rannvá Olsen
Lív Zachariasen

Málverjarir
Annika Fríheim Petersen 17 %
Rakul Wardum 17 %

Sí øll hagtølini her

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. desember
RagnarRokk 4.desember 2025
199439
Hósdag 4. desember
RagnarRokk: Doro um Warriors Of The Sea
199438
Hósdag 4. desember
Kvørnin: "Íða", Frum
201033
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039
Hósdag 4. desember
Hondbóltur: Føroyar - Serbia
201031
Mikudag 3. desember
DOK01452_HKH_E01_4K_OK - teknmálstulkað
200987
Mikudag 3. desember
HM25: Ísland - Montenegro
200970