Kommunur fáa heimild at seta vakmyndatól upp

Kommunur fáa heimild at seta vakmyndatól upp
Kommunur skulu hava samráð við politiið og hava tilmæli haðani, áðrenn tær seta vakmyndatólini upp
Uppskot um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga ábærum støðum í býarlívinum er komið í tingið. (Savnsmynd)
 
04.12.2025 - 11:24

Eitt tað seinasta, Bjarni Kárason Petersen gjørdi sum landsstýrismaður, var at koma í løgtingið við uppskoti um at loyva kommunum at seta upp vakmyndatól á serliga ábærum støðum í býarlívinum.

Tað ger hann, tí løgtingið samtykti uppskot til samtyktar um júst hetta.

Hesa heimild, at brúka vakmyndatól til at hava eftirlit við almennari ferðslu fyri at økja trygdina og fremja tryggleika, hava kommunurnar ikki í lógini um vakmyndatól.

Kommunur skulu hava samráð við politiið og hava tilmæli haðani, áðrenn tær seta upp vakmyndatól, sum lógarbroytingin umfatar.

Og upptøkur haðani kunnu bara latast politinum. Tær skulu strikast í seinasta lagi 30 dagar eftir upptøkuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672