Ógreitt hvussu verður við makrelkvotuni næsta ár

Ógreitt hvussu verður við makrelkvotuni næsta ár
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum, ráðførdi seg við uttanlandsnevndina í gjár
Eirikur í Jákupsstovu er landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.
 
11.12.2025 - 14:31

Enn er ógreitt, hvussu verður við føroysku makrelkvotuni næsta ár.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum, ráðførdi seg við uttanlandsnevndina í gjár um makrelkvotuna. 

Landsstýrismaðurin vil tó ikki siga, hvat hann ítøkiliga ráðførdi seg um, og hvat hann nú fer at gera.

 

Minkar 70 prosent

ICES mælir til, at makrelkvotan minkar 70 prosent næsta ár. Strandarlondini eru samd um at lurta eftir ICES. Men tey eru ikki samd um, hvussu makrelurin skal býtast teirra millum. 

Sambært býtinum í ár fáa Føroyar 20.923 tons næsta ár, sum eru 48.312 tons minni enn í ár. 

Hetta er eftir, at tað, sum vit gjalda fyri atgongd hjá øðrum, er farið burturav.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040