Ferðslupolitiið skrivaði 18 mál á Tvøroyri

Ferðslupolitiið skrivaði 18 mál á Tvøroyri
Bilførarar vóru skrivaðir, tí teir høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, og hjá onkrum var koyrikortið ikki í gildi longur
Ferðslupolitiið fer eisini at gera kanningar í Suðuroynni í dag.
 
16.12.2025 - 08:52

18 mál vóru skrivað, tá ferðslupolitiið stegðaði bilum í Sjógøtu á Tvøroyri í gjár.

Átakið vardi í hálvan annan tíma, frá klokkan ellivu til hálvgum eitt um dagin.

Bilførarar vóru skrivaðir, tí teir høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, og hjá onkrum var koyrikortið ikki í gildi longur.

Annars vóru dekk ikki í lagi og heldur ikki lyktir.

Og onkur var ikki íbundin.

Ferðslupolitiið fer eisini at gera kanningar í Suðuroynni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334