Fýra ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri rúsevni

Fýra ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri rúsevni
22 ára gamli maðurin er dømdur fyri at skula taka ímóti 500 grammum av kokaini og fýra kilo av hassji, sum komu til Føroya úr Danmark
Øll trý, sum hava fingð dóm í hesum rúsevnismálinum, hava kært dómarnar til landsrættin.
 
18.12.2025 - 09:21

Ein 22 ára gamal maður fekk í gjár fýra ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri rúsevni.

Hann er dømdur fyri at skula taka ímóti 500 grammum av kokaini og fýra kilo av hassji, sum komu til Føroya úr Danmark.

Tvey fólk, maður og kvinna, bæði donsk, vóru 24. oktober dømd fyri hesi rúsevni.

Kvinnan fekk trý ár og maðurin fýra ár. Báðir dómar eru treytaleysir.

Kvinnan kom við Norrønu 27. juli í ár. Rúsevnini vóru í bili hennara. Maðurin kom við flogfari 31. juli.

 

Fóru aftur í varðhaldið

Fólkini, sum eru tilkomin, fóru aftur í varðhaldið eftir at tey fingu dómin.

Tann 22 ára gamli maðurin, sum er føroyingur, var tikin síðst í september.

Hann var ákærdur fyri at skulu taka í móti rúsvevnunum. Hann er eisini framvegis í varðhaldi.

Øll trý hava kært dómarnar til Landsrættin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329