Útlendingur treytaleysa fongsulsrevsing fyri at sláa politist

Útlendingur treytaleysa fongsulsrevsing fyri at sláa politist
Maðurin var ákærdur fyri fýra lógarbrot, og hann játtaði seg sekan í tveimum ákærum
Maðurin hevur fingið 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing, og er er vístur úr Føroyum í fýra ár. 
 
23.12.2025 - 09:15

Ein útlendskur fiskimaður hevur fingið 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing, og hann er vístur úr Føroyum í fýra ár. 

Hann var dømdur í Føroya rætti fríggjadagin.

Maðurin var ákærdur fyri fýra lógarbrot.

Hann var ákærdur fyri at sláa ein politist, fyri at royna at renna undan politinum, tá hann skuldi handtakast, fyri at nokta at upplýsa, hvør hann er, og fyri at bróta útlendingalógina.

Hann var dømdur í øllum fýra førum.

Maðurin hevði ikki uppihaldsloyvi í Føroyum, og kundi tí ikki fara frá skipi sínum, sum er russiskt.

Hann var varðhaldsfongslaður 14. desember.

Maðurin játtaði seg sekan í tveimum ákærum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485