USA lopið á Venesuela

USA lopið á Venesuela
USA hevur lopið á fleiri mál í suðuramerikanska landinum Venesuela í nátt
Mynd: Luis Jaimes/AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.01.2026 - 11:04

USA hevur lopið á fleiri mál í suðuramerikanska landinum Venesuela í nátt.

Tað skrivar amerikanski forsetin, Donald Trump, á sosiala miðli sínum Truth Social.

Amerikanski forsetin skrivar eisini, at forsetin í Venesuela, Nicolás Maduro, er tikin saman við konu síni og flogin úr landinum.

Í uppslagi sínum leggur Trump aftrat, at tíðindafundur verður í Mar-a-Lago klokkan 11 amerikanska tíð, sum er klokkan 16 føroyska tíð.

Tað var tíðliga í morgun, at tað frættist, at USA hevði lopið á fleiri mál í Venesuela í nátt og at Nicolás Maduro, forseti, hevði boðað frá undantaksstøðu í landinum.

Politiskt stríð hevur verið millum USA og Venesuela í longri tíð.

USA hevur síðstu mánaðirnar framt álop á bátar, og meira enn hundrað fólk hava latið lív í álopunum. Talan er um bátar, sum sambært USA, smugla rúsevni.

Eisini hevur USA lagt hald á fleiri oljutangaskip.

Venesuela hevur heimsins størstu oljugoymslur og framleiðir okkurt um eina millión tunnur um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373