Tjørnuvíkingar hava mist tolið: Savna undirskriftir

Tjørnuvíkingar hava mist tolið: Savna undirskriftir
Tolið er væl og virðiliga uppi, tá vit tosa um tunnil til Tjørnuvíkar, sigur Haraldur Hammer, nú arbeiðið at gera tunnil aftur er seinkað. Nú verða undirskriftir innsavnaðar
Nógv ferðsla er til Tjørnuvíkar.
Mynd: Savnsmynd  
 
05.01.2026 - 12:43

Á fíggjarlógini fyri 2026 eru settar tríggjar milliónir krónur til Tjørnuvíkar tunnil. Og á langtíðarjáttanini eru 10 milliónir settar av í 2027 og aðrar 10 milliónir í 2028.

Nú, tað vísir seg, ikki at vera raðfest politiskt at fara í gongd við Tjørnuvíkar tunnilin í 2026, sjálvt um boriliðið hjá Landsverki er liðugt við Dals tunnilin og skuldi byrja beinanveg til Tjørnuvíkar, er tolið væl og virðiliga uppi hjá tjørnuvíkingum, sigur Haraldur Hammer,

Hann hevur tikið stig til at savna undirskriftir.

"Her til og ikki longur, nú eiga Tjørnuvík tørn, og eftir tað Gjógv," staðfestir hann.

1786384

 


Haraldur Hammer, stigtakari (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

Sí eisini: Ruth vil hava politiska avgerð um tunnil til Tjørnuvíkar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595