Íslendsk lóg var ikki brotin, tá USA tók russiska tangaskipið

Íslendsk lóg var ikki brotin, tá USA tók russiska tangaskipið
Støðan hevði verið øðrvísi, um hendingin var innan fyri 12 fjórðinga markið, sigur Snjólaug Árnadóttir, serfrøðingur í havrætti
USA hevði kunnað íslendsku myndugleikarnar um, at USA møguliga fór at fremja eina atsókn móti tangaskipinum Marinera, meðan tað var í íslendskum sjógvi.
Mynd: BBC  
 
08.01.2026 - 08:14

Tað var ikki brot á íslendska lóggávu, tá USA í gjár legði hald á eitt tangaskip undir russiskum flaggi, hóast atsóknin fór fram í íslendskum sjógvi, umleið 200 kilometrar sunnan fyri Ísland. Og USA gjørdi seg heldur ikki inn á íslendska suverenitetin.
 
Tað segði Snjólaug Árnadóttir, serfrøðingur í havrætti, við íslendska kringvarpið RÚV í gjárkvøldið.
 
- Vit kenna sjálvandi ikki allar smálutir í málinum, eitt nú hvat skipið ítøkiliga er skuldsett fyri. Men vit hava onga lóggávu, sum forðar USA í at gera tað, sum gjørt var í gjár, sigur Snjólaug Árnadóttir.
 
Sambært havrættarserfrøðinginum hevði støðan verið øðrvísi, um hendingin fór fram innan fyri 12 fjórðinga markið. 

 

Snjólaug Árnadóttir var í íslendskum sjónvarpi í gjárkvøldið. (Mynd: RÚV)

 

Fullveldið røkkur út á 12 fjórðingar
 
- Íslendska fullveldið og íslendsk lóggáva røkkur út á 12 fjórðingar. Men uttan fyri tað eru aðrar reglur galdandi, og har hava myndugleikarnir ikki somu heimildir, sigur Snjólaug Árnadóttir við RÚV.
 
USA hevði kunnað íslendsku myndugleikarnar um, at USA møguliga fór at fremja eina atsókn móti tangaskipinum Marinera, meðan tað var í íslendskum sjógvi. Tað váttar uttanríkismálaráðið í skrivligum boðum til RÚV. 
 
Har verður upplýst, at íslendsku myndugleikarnir løgdu dent á, at altjóða lóggáva fór at verða hildin í atsóknini. Og Ísland hevði eisini bjóðað sær at veita bjarging og aðra hjálp, skuldi tað verið neyðugt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044