Sissal aftur við í donskum grand prix

Sissal aftur við í donskum grand prix
Føroyska Sissal verður enn eina ferð við í donsku sangkappingini, sum verður 14. februar 2026
 
22.01.2026 - 09:32

- Vissi sangurin er ordiliga góður, so tími eg.

Hetta var tað, sum Sissal hugsaði, tá hon í august í fjør fekk fyrispurnig um at vera við aftur í Melodi Grand Prix í Danmark.

Í morgun eru teir átta sangirnir, sum verða at hoyra tann 14. februar, tá danska grand prix´ið er á skránni, almannakunngjørdir. 

Og nú er greitt, at Sissal aftur luttekur í ár, tí hon skal syngja sangin Infinity.

Talan er um ein elektroniskan poppsang, har sungið verður á bæði donskum og enskum. 

Síðsta ár vann Sissal danska grand prix´ið við sanginum "Hallucination" og tryggjaði harvið Danmark eitt pláss í Eurovision 2025. Hetta var fystu ferð, at Danmark kom í finaluna síðani 20019.

Í morgunsendingini greiðir Sissal frá sanginum "Infinity, og hví hon enn eina ferð vil vera við í donsku sangkappingini.

1789901

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167