Ísrael hevur fingið seinasta gíslan

Ísrael hevur fingið seinasta gíslan
Talan er um ísraelska løgreglumannin, Ran Gvili, sum Hamas hevur havt sum gísla, síðani yvirgangsálopið hjá Hamas á Ísreal 7. oktober 2023
Ran Gvili var tikin til gísla, tá Hamas leyp á Ísrael 7. oktober 2023.
Mynd: CNN  
 
26.01.2026 - 15:12

Ísrael hevur fingið leivdirnar av seinasta ísraelska gíslanum í Gasa.

Tað boðar ísraelski herurin, IDF, frá, skrivar Reuters-tíðindastovan.

Talan er um ísraelska løgreglumannin, Ran Gvili, sum Hamas hevur havt sum gísla, síðan yvirgangsálopið hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023.

Leivdirnar av honum eru eyðmerktar og verða latnar aftur til jarðarferð, sigur ísraelski herurin í eini fráboðan.

Sostatt er eingin ísraelskur gísli eftir í Gasageiranum,  skrivar ísraelski herurin, IDF, á sosiala miðlinum, X.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585